Fimleikaframsýningin hjá Ljósinum

Bæði framsýningin hjá teimum yngru liðunum og teimum eldru liðunum eydnaðist avbera væl, tá ið Ljósið hevði árligu fimleikaframsýningina um vikuskiftið

Nógv fólk var komið saman í ítróttarhøllini á Hálsi, tá ið fimleikafelagið Ljósið hevði árligu fimleikaframsýningarnar um vikuskiftið. Hildi var, at á leið 800 fólk, bæði vaksin og børn, høvdu leitað sær niðan í høllini.
Fyrsta framsýningin fevndi um tey yngru liðini hjá felagnum, meðan seinni framsýningin fevndi um tey eldru liðini. Kappingarliðini hjá Ljósinum vóru tó við í báðum framsýningum.

Góðar sýningar
Vanliga koyra framsýningarnar eftir einum serligum leisti, har felagið roynir at geva teimum hátíðardám m.a. við at royna okkurt nýtt á hvørjum ári. Í ár royndi Ljósið seg við eini øðrvísi vælkomstheilsan, har ein ung genta beyð vælkomin saman við nøkrum amboðsíðkarum.
Fyrsta framsýningin, sum var á skránni, var sýningin hjá teimum yngru liðunum í felagnum. Tað er altíð stuttligt at síggja børnini gera lop og brøgd, og sum heild eydnaðist henda framsýningin avbera væl.
Fyrra framsýningin vardi í góðar tveir tímar, og var hon kanska heldur long. Hetta er tó ikki so merkisvert, tí Ljósið hevur fleiri amboðslið millum yngru liðini. Harafturat eru yngru liðini sum heild størri enn tey eldru.
Eftir framsýningina hjá teimum yngru var framsýningin hjá teimum eldru á skránni. Henda sýningin vardi í hálvanannan tíma, og hon gekk sera væl.
FM-fimleikararnir hjá Ljósinum vóru við til bæði fyrru og seinnu sýningina leygardagin, og hesir eru altíð ein serlig uppliving. FM-fimleikararnir venja sera nógv, so teir duga ótrúliga væl. Harafturat leggja teir stóran dent á vøkru draktirnar.
Vælkomstheilsanin var ikki tað einasta, sum var øðrvísi í mun til undanfarin ár. Ljósið hevur eisini tvey motiónslið, sum venja eina ferð um vikuna. Hesi bæði liðini eru vanliga ikki partar av árligu fimleikaframsýningini, men í ár var hevði annað av liðunum eitt skemtiligt innslag, har tær dansaðu í cowboy-klæðum til Cotton Eye Joe hjá Rednex. Hetta hildu serliga børnini vera sera stuttligt.

Endabresturin
Árliga fimleikaframsýningin er endabresturin hjá størsta partinum av íðkarunum. Tey einasta, sum halda fram eftir fimleikaframsýningina, eru FM-fimleikararnir. FM verður nevniliga í mai í bæði amboðsfimleiki og estetiskum fimleiki, so FM-fimleikararnir venja víðari til ta tíð.
Annars er undirtøkan rættiliga stór hjá Ljósinum. Fleiri av yngru liðunum høvdu omanfyri 35 íðkarar á gólvinum í fimleikaframsýningini, og hetta vísir, at fimleikaáhugin er stórur millum tey ungu.
Randi Kúrberg er venjari hjá onkrum av yngru liðunum. Ho heldur, at felagið kundi verið enn størri.
- Vit eru sera glað fyri undirtøkuna hjá fimleikarunum. Teir eru nógvir í tali, og hetta gleðast vit um. Eg meti tó, at felagið Ljósið kundi verið næstan tvífalt so stórt, um umstøðurnar vóru betri.