Fimleikararnir dømdir til silvur

Føroyska mansliðið í fimleiki vann silvur mánadagin, men fáur ivaðist í, at talan átti at verið um gull

Fimleikur


Føroyska manslandsliðið í fimleiki taldist millum favorittarnar í liðkappingini á Oyggjaleikunum, og tað var eisini skjótt, at orsøkin til hetta varð sjónlig.

Føroyska liðið var fyrst á vøllinum, og ikki var líkt til, at nakar kom í nær námind av teimum og Jersey, sum vóru á vøllinum samstundis.

Ikki fyrr enn dómararnir fóru at lesa upp stigatalið, sum Isle of Man hevði fingið, gjørdist greitt, at Føroyar kortini ikki vunnu gull, men burtur sæð frá Man-búgvum, so tóktist eingin av áskoðarunum at skilja, hví so var.

Orð um heimadómarar og snýt vórðu havd á lofti, og tá heiðursmerkini vórðu handað, hoyrdist eisini, at tað vóru Føroyar, sum fjøldina aftan fyri seg. Meðan liðið hjá Isle of Man fekk síni klapp, tá gullið var handað, tóktist hetta ongan enda at taka, tá føroyingarnir skuldu hava silvurmerkini, og at kalla tað sama gjørdi seg galdandi, tá Jersy tók ímóti bronsuni. Tey flestu vóru nevnliga av teirri fatan, at tey av Jersey høvdu uppiborið silvur, meðan Føroyar skuldu hava gull.

Eisini eftir at tjóðsangurin var spældur, hildu áskoðararnir á at heiðra føroyingunum, so alt í alt tóktist tað soleiðis, at føroyska liðið hóast alt vóru moralsku vinnararnir, men tað er tað eingin sum sær, tá hagtølini fyri heiðursmerki verða gjørd upp.