Fimleikararnir á veg til Isle of Man

Eftir drúgvar venjingar og fyrireikingar eru fimleikararnir nú á veg til Isle of Man at kappast á fimleikaoyggjaleikunum, sum byrja mánadagin 16. juli.

Fyri tveimum árum síðani vóru føroysku fimleikararnir stóru heiðursmerkjahávarnir á oyggjaleikunum í Hetlandi. Fimleikurin var sum kunnugt ikki við á oyggjaleikunum á Rodos í ár, men hóast hetta vera mongu fimleikararnir ikki við sviðusoð.


Fimleikaoyggjaleikir

Tá ið tað fyri tveimum árum síðani gjørdist greitt, at fimleikur ikki var ein av ítróttargreinunum, sum vóru við á oyggjaleikunum á Rodos 2007, settust fólk ikki hendur í favn. Ymisku fimleikasambondini tosaðu saman, og niðurstøðan var, at fimleikararnir í øllum førum ikki skuldu vera noyddir at bíða heili fýra ár ella uppaftur longri, áðrenn tey fingu høvi at hittast aftur í oyggjaleikahøpi. Tí var avgjørt at skipa fyri serligum fimleikaoyggjaleikum. Upprunaliga var ætlanin, at Føroyar skuldi vera vertur, men tað gjørdist skjótt greitt, at umstøður og karmar ikki náddu at koma upp á pláss til tíðina, og tí tók Isle of Man yvir.


Góðar umstøður

Tað er ikki so langt síðani, at Isle of Man var vertur fyri oyggjaleikum, og tí var hetta óivað ikki ein so stórur biti hjá teimum at gloypa. Summi av teimum, sum eru í føroyska ferðalagnum, hava áður verið á Isle of Man, og tey lata stak væl at umstøðunum, bæði til venjingar, kappingar og innivist.


Føroyska ferðalagið

Tilsamans vera 15 fólk í føroyska ferðalagnum. Umframt fimleikarar og venjarar er eisini ein fysioterapeutur og ein ferðaleiðari við. Harafturat eru fleiri foreldur og onnur fimleikaáhugað, sum fara við at stuðla og fylgja kappingunum. Ferðalagið fer til Danmarkar í dag og víðari til Isle of Man leygardagin.


Góðar vónir

Venjararnir hava góðar vónir til fimleikararnar. Eyvind Akraberg Hansen, landsliðsvenjari hjá monnunum, hevur áður sagt Sosialinum, at seinastu oyggjaleikir vunnu teir eina rúgvu av heiðursmerkjum, og teir ætla sær ikki at seta ferðina niður. Teir ætla sær enntá at skriva føroyska fimleikasøgu og vinna liðkappingina hjá monnunum fyri fyrstu ferð.


Durita Knudsen, landsliðsvenjari hjá kvinnunum, væntar eisini, at kvinnurnar fara at klára seg væl. -Tær hava gjørt stór framstig seinastu tíðina, so nú verður spennandi at vita, hvussu leikur fer. Vit vita, at kvinnurnar hjá Bermuda eru ótrúliga stinnar, men vit fara so í øllum førum at gera okkara allarbesta, sigur hon.


Sunnudagin sleppa fimleikararnir at venja, og sjálvar kappingarnar eru á skránni mánadagin, mikudagin og fríggjadagin. Fimleikararnir fara síðani til Danmarkar leygardagin, og verða heima aftur sunnudagin 22. juli, vónandi við nógvum heiðursmerkjum í viðførinum.