Fimleikur hevur egnar oyggjaleikir

Fimleikur: Eingin fimleikur verður á oyggjaleikunum á Gotlandi, men í staðin verður kapping á Ynys Mon millum oyggjaleikalondini

Seinastu oyggjaleikir varð gjørt greitt, at fimleikur ikki verður millum tær ítróttargreinar, sum verða við á oyggjaleikunum á Gotlandi í summar. Hetta vóru luttakararnir í fimleiki á Jersey 1997 sjálvandi sera hørm um, og tískil hava tey valt at skipa fyri egnari kapping á Ynys Mon síðst í juli mánaði í ár. Hesir fimleikaoyggjaleikir verða nevndir Inter Island Games 1999, og tær oyggjar, ið plaga at luttaka í fimleiki á teimum vanligu oyggjaleikunum, hava víst stóran áhuga fyri hesari loysnini.

Í Føroya Fimleikasambandi eru tey eisini væl nøgd við, at kapping hóast alt verður fyri teir føroysku fimleikararnar.

? Sjálvandi hevði tað verið best um vit komu við til teir veruligu oyggjaleikirnar, men tá ið tað ikki letur seg gera, er hendan fyribils loysnin sera góð. Vit kláraðu okkum sera væl á Jersey í 1997, har vit fingu 10 heiðursmerki, og hetta úrslitið ætla vit í minsta lagi at verja á Ynys Mon komandi summar, verður sagt úr FFS.