Fimm bøtur og tvey klipp í koyrikort

Tað var úrslitið, tá løgreglan gjørdi ferðmátingar

Løgreglan gjørdi í gjár ferðmátingar í Norðragøtu, har sjey bilførarar vórðu máldir til at koyra ov skjótt. Allir koyrdu millum 100 og 113, og tað fingu allir bót fyri, meðan tveir teirra eisini fingu klipp í koyrikortið. 

Løgreglan gjørdi eisini ferðmátingar uttan fyri Havnina, har ein bilførari fekk bót.

Í gjárkvøldið varð kalt og hált, og tá fór ein bilur út av vegnum millum Fjarða í Eysturoy. Har var tó eingin persónsskaði, og bilurin fekk heldur ikki stórvegis skaða.

Í gjárkvøldið og í nátt hevur kavað. Vaktleiðarin á politistøðini minnir á, at tað ofta kemur óvart á bilførarar og mælir tí til størsta varsemi. Landsverk hevur verið og saltað tíðliga í morgun, sigur vaktleiðarin á politstøðini í Havn.