Fimm bygningssnikkarar

Fríggjadagin 11. apríl fingu fimm bygningssnikkarar prógv á Tekniska Skúla í Havn.

Teir eru: Tony Davidsen úr Sandavági, hann hevur lært hjá Johnfinn á Plógv í Sandavági, Meinhart Fríði Hansen úr Havn, hann hevur lært á Sp/f Snikkaravirkið hjá A.I.K. í Havn, Kristian Højgaard og Eyðstein Jacobsen úr Havn, teir hava lært hjá Sp/f Træsmiðjan G.L.T. í Havn, og Hjørleif Klein úr Saltangará, hann hevur lært hjá Sp/f Snikkaravirkið í Rituvík.