Fimm doyðu á sjónum

Minningarhald teirra sjólátnu verður kring landið í dag

Í dag er alla halganna dagur, og fleiri staði í landinum verður minninarhald fyri teimum, sum hetta seinasta árið lótu lív á sjónum.

Fimm fólk eru sjólátin, síðan 1. november í fjør:

Torgerð Sunadóttir úr Havn, 30 ára gomul. Hon druknaði í Vestmannasundi 28. november í fjør.

Jack Haraldsen úr Vestmanna, 47 ára gamal. Hann gekk burtur 8. desember í fjør við báti sínum Leithamar.

Helgi Gudmundsson úr Hvalba, 31 ára gamal. Hann doyði av vanlukkutlburði umborð á Phoenix 10. januar.

Kenneth Allan Jespersen úr Fuglafirði, 24 ára gamal. Hann gekk burtur við danska skipinum Astrid Dahl vestan fyri Esbjerg 24. apríl.

Hálvdan Andreassen úr Fuglafirði, 61 ára gamal. Hann druknaði í Fuglafirði 11. oktober.


Minningarhaldið í Havn

Í Havn er tað Tórshavnar Sjómansheim, sum skipar fyri haldinum.

Haldið á Sjómansheiminum byrjar klokkan 10. Edmund Joensen, løgmaður, og Sverri Steinhólm, prestur, halda røður.

Til hetta haldið plaga umboð fyri feløgini, sum hava við sjógvin at gera, at verða umboðað, og næmingarnir á Sjómansheiminum plaga eisini at vera við.

Aftaná haldið verður farið niðan í viðarludina, har løgmaður leggur krans við minnisvarðan. Tveir sálmar verða sungnir, og prestur signar haldið.

Fyrr løgdu eisini onnur at leggja krans alla halgannadag við minnisvarðan, men nú verða tey innbodnu til haldið í staðin biðin um at lata Eikjugruninum eina peningagávu.


Minningarhald

í Klaksvík

Fleiri staðni í landinum verða minningarhald í dag.

Í Klaksvík verður minningarhaldið við minnisvarðan í Vágstúni.

Jógvan Lützen bjóðar vælkomin, Betesdakórið syngur, og tað verður felagssangur.

Hilmar Danielsen heldur røðu.

Jógvan Lützen leggur krans vegna Klaksvíkar býráð, Sámal Petur í Grund vegna Føroya Landsstýri, Frits Olsen vegna Klaksvíkar Útróðrarfelag, Andreas Reyðberg vegna Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, og Hanna Isaksen leggur krans vegna Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.