Fýra dystir byrja klokkan 15. EB/Streymur og NSÍ spæla klokkan 17 Fimm dystir verða í vodafonedeildini í dag.
Kl. 15 byrjar dystur á ovara vølli í Gundadali, har B36 tekur ímóti ÍF, sum skal royna at koma aftur á slóðina, aftaná tvey tap á rað á heimavølli ímóti ávikavist EB/Streymi og KÍ. B36 hevur fingið eina góða úrtøku við sjey stigum í trimum teimum fyrstu dystunum.
Kl. 15 tekur B68 ímóti HB á Svangaskarði. B68 hevur enn til góðar at fáa tað fyrsta stigið, og er tí væntandi, at heimaliðið fer at leggja nógv fyri. HB hevur fingið seks stig í trimum teimum fyrstu dystunum.
Vesturi í Vágum tekur 07Vestur, sum enn eru stigaleysir og uttan nakað skorað mál ímóti KÍ, sum hevur fingið eina sanna dreymabyrjan. Meðan 07 Vestur hevur null stig og málúrtøkuna 0-9, so er beint øvugt hjá hinum uppflytaraliðnum, sum hevur 9 stig, og málúrtøkuni 10-1, aftaná tríggjar teir fyrstu dystirnar. Klaksvíkingar verða eisini væl mannaðir kring vøllin í Sørvági í dag.
Heiman á Sandi verður hátíðardámur klokkan 15, tá B71 á einum nýggjum undirlagi tekur ímóti Vìkingi. B71 hevur enn einki stig fingið. Víkingur hevur ein sigur, ein javnleik og eitt tap í trimum teimum fyrstu dystunum.
Klokkan 17 tekur EB/Streymur ímóti NSÍ, sum má sigast at verða oddauppgerðin í hesum umfarinum. EB/Streymur hevur fult stigatal, 9 stig, meðan NSÍ hevur 6 stig.
Petur Reinert dømir dystin 07Vestur-KÍ. Rúni Gaardbo dømir dystin B36-ÍF. Dagfinn Forná dømir dystin B68-HB. Bárður Mortensen dømir dystin B71-Víkingur, meðan Eiler Rasmussen dømir dystin EB/Streymur-NSÍ.