Fimm fakta úr Premier League

Chelsea, Peter Crouch og fyrsti “millennium” spælarin í Premier League

Um vikuskiftið var seinasta umfari í hesum kappingarárinum í Premier League. Chelsea blivu meistarar, meðan Sunderland, Hull og Middlesborugh fluttu niður. Her eru fimm fakta umvegis hagtalssíðuna Squawka.

 

16 ára gamli Manchester United spælarin, enski Angel Gomes, er fyrsti spælarin, sum er føddur hesu megin áratúsund, ið spælir í Premier League. Hann kom á vøllin fyri Wayne Rooney seinastu tveir minuttirnar í 2-0 sigrinum á Crystal Palace.

 

Hetta er fyrstu ferð í søguni, síðani Premier League sá dagsins ljós í 1992, at bæði Manchester United og Arsenal eru endaði uttanfyri topp fýra. Arsenal bleiv nummar fimm og Manchester United bleiv nummar seks.

 

Chelsea er fyrsta liðið, sum hevur vunnið 30 dystir í einum landskappingarári í Premier League. Liðið hevur tó ikki sett met fyri flest stig. Umframt 30 sigrar, so hevur liðið spælt tríggjar javnar og tapt fimm dystir.

 

Peter Crouch er fyrsti spælarin at skjóta 50 mál við høvdinum í Premier League. Klæntrasligi framherjin hjá Stoke skoraði eisini sítt mál nummar hundrað í Premier League hetta kappingarárið.

 

Michy Batshuayi bleiv keyptur fyri nógvar pengar til Chelsea, men hevur ikki vunnið sær fast pláss á liðnum. Hinvegin, so er hann skarpur, tá hann hevur verið á vøllinum. Hann hevur skotið fimm mál upp á 239 minuttir. Tað er eitt mál fyri hvørjar 47,8 minuttir á vøllinum.