Fimm fallin landsstýrisfólk?

Anfinn Kallsberg er tann løgmaðurin, sum hevur mist flestar landsstýrismenn fyri borð?

 

Í gjár mistu vit enn ein landsstýrismann. Fyri aðru ferð í hesum valskeiðinum legði ein mentamálaráðharri frá sær, tí ivi var um hansara trúvirði.

Tað er sjálvandi hent fyrr, at landsstýrismenn hava lagt frá sær, men tað hevur ikki hent so ofta fyrr, at fólk leggja landsstýrisstarvið frá sær, tí tey ikki røkja tað til fulnar, tí tey lúgva, ella tí tey verða dømd í fongsul.

Í fimmtiárunum legði ein landsstýrismaður frá sær, tí hann varð valdur í Fólkatingið.

Í sekstiárunum doyði ein løgmaður, í sjeytiárunum doyði ein landsstýrismaður, ein annar legði frá sær av heilsuávum, og ein triði legði frá sær, tá hann varð valdur í Fólkatingið.

Í áttatiárunum fóru føroyskir politikarar at undir at slíta samgongur í úrtíð ? og vórðu sostatt fleiri landsstýrismenn útskiftir av teirri orsøk, og hetta »óskilið« helt fram í nítiárunum. Fyrsta samgonguslitið tá var í 1993, tá Fólkaflokkurin fór úr samgonguni við Javnaðarflokkin.

Í samgonguni hjá Edmundi Joensen frá 1994 vórðu eisini fleiri landsstýrismenn skiftir út: Óli Jacobsen legði frá sær, tí hann vildu aftur røkja formansstarvið í Fiskimannafelagnum. Eftirmaður hansara, Axel Nolsøe legði frá sær, tí hann helt seg ikki megna uppgávuna nóg væl. Eftirmaður hansara, Kristian Magnussen, legði frá sær, tí hann skifti flokk. Og Edmund Joensen koyrdi Sámal Petur í Grund frá, tí hann sum løgmaður ikki var nøgdur við eitthvørt, hann hevði gjørt.

Men eingin hevur havt so nógvar trupulleikar av sínum landsstýrismonnum, sum Anfinn Kallsberg, løgmaður:

Fyrst var tað partamaður hansara, John Petersen, sum varð dømur í fongsul fyri neyðtøku.

Síðani var tað Signar á Brúnni. Ivi varð sáddur um embætisførslu hansara, og Tjóðveldisflokkurin vildi hava hann frá, meðan málið varð kannað. Stutt áðrenn niðurstøðan, sum fríkendi hann, kom alment fram, varð Tórbjørn Jacobsen settur í hansara stað.

Síðani var tað Finnbogi Arge, sum legði frá sær fyri aftur at taka við sum stjóri í egnu bilasølufyritøku síni.

Síðani varð ivi sáddur um embætisførsluna hjá Helenu Dam á Neystabø. Tað vísti seg, at hon hevði brotið sína embætisskyldu, og legði hon tí frá sær.

Og í gjár legði Tórbjørn Jacobsen frá sær. Hann hevur havt trupulleikar av sínum knappa sinni. Hann heldur ikki, at hann kann broyta sinnnalagið, og valdi hann tí at leggja frá sær.

Eitt knapt ár er nú eftir av hesum valskeiðnum. Skal statistikkurin haldast við líka, so missir Anfinn Kallsberg ein ella tveir landsstýrismenn afturat ? og skal býtið verða rættvíst, so fellur valið á Eyðun Elltør. Men verður nýggi landsstýrismaðurin hjá Sjálvstýrisflokkin eins óheppin, og Tórbjørn Jacobsen, so fellur valið kanska á Sámal Petur í Grund.

Livst so spyrst?