Fimm føroyingar í harðari kapping við 133 onnur

Fimm uppskot eru úr Føroyum til stóra virðisløn, men kappingin er hørð

Í fjør var tað Jens-Kjeld Jensen, sum fekk virðislønina

Ongantíð áður hevur Norðurlandaráðið fingið so nógv uppskot um, hvør skal fáa umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í ár. Øll kunnu sendau ppskot inn og tá ið freistin fór, vóru heili 138 uppskot latin inn og tað er tað mesta nakrantíð.

 

Evnið fyri virðislønina hesa ferð eru burðardyggar matvøruskipanir, úr havi og úr mold, til borðið, og aftur. Úr Føroyum eru fimm uppskot, ein einstaklingur, ein matstova tvær fyritøkur og ein internet og eitt eitt tiltak á internetinum.

 

Norðurlandaráðið sigur, at hesi seinastu árini er áhugin fyri hesi virðislønini alsamt vaksin og og í ár settu tey met í uppskotum. Tað taka tey sum um at burðardyggar matvøruskipanir er nakað, fólk hugsa nógv um.

 

Eitt uppskot úr Føroyum, er Maud Wang Hansen í Nólsoy fyri henanra átak um burðardygga matvøruframleiðslu við rávørum úr nærumhvørvinum. Onnur uppskot úr Føroyum eru matstovan, Koks og alifyritøkurnar Bakkafrost og Hiddenfjord Og fimta uppskotið úr Føroyum er Matkovin, sum er ein internetsíða, har alskyns matvøruframleiðarar eru savnaðir á einum staði. Annars eru tað fleiri uppskot úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Álandi, Íslandi og Grønlandi. Triðja september verður avgjørt hvørji verða endaliga í uppskoti og á hátíðarhaldi í Keypmannahavn 2. november verður gjørt av, hvør skal hava virðislønina.

 

Í fjør var tað nólsoyingurin, Jens-Kjeld Jensen, sum fekk virðislønina.

 

Í fjør var tað Jens-Kjeld Jensen, sum fekk virðislønina