- Mannalív eru í vanda, sigur svenska løgreglan, eftir at fimm fólk vórðu skotin í einum skúla í Örebro.
Vælmannað løgreglulið eru á einum skúla í Örebro í Svøríki, har fráboðanir eru um, at fimm fólk eru skotin.
Tað boðar svenska løgreglan frá.
Støðan hjá teimum fimm er ikki kend.
Eisini eru fráboðanir um skottilburðir móti løgregluni á skúlanum, sum eitur Risbergska Campus.
- Mannalív eru í vanda, sigur ein tíðindatalsmaður hjá svensku løgregluni, Sophia Jiglind, sambært TT.
Aftonbladet skrivar, at sjálvvirkandi vápn vóru við í hendingini, sum tó ikki er váttað.
##med2##
Sambært fjølmiðlunum lýsir svenska løgreglan støðuna á skúlanum sum "deyðiligan harðskap". Sambært SVT snýr tað seg um "morðroynd, eldsbruna og álvarslig vápnabrotsverk".
Sambært keldum hjá Aftonbladet fyrireikar eitt sjúkrahús nærhendis til at taka ímóti einum nógvum særdum.
Ein tyrla hjá løgregluni er eisini komin til skúlan.
/Ritzau/