í teimum fimm dystunum, sum vóru spældir í kvøld. Hesir dystir vóru allir partur av tí seinasta undanumfarinum, áðrenn Champions League bólkaspælið.
Olympique Lyon vann samanlagt 8-2 á Anderlecht. Í kvøld vann Lyon 3-1 á Anderlecht í Bruxelles.
Atletico Madrid vann samanlagt 5-2 á Panathinaikos. Í kvøld vann Atletico á heimavølli 2-0 á grikska liðnum.
Ísraelska liðið, Maccabi Haifa gjørdi ein sannan vørr ímóti eysturríkska liðnum, FC Salzburg. Maccabi Haifa vann samanlagt 5-1. Í kvøld vann Haifa 3-0 á heimavølli.
FK Ventspils hevur ikki so sjáldan gjørt lívið súrt hjá føroyskum felagsliðum í europeiskum kappingum. Men Ventspils vóru langt frá bólkaspælinum hesaferð. Ventspils tapti samanlagt 1-5 ímóti FC Zürich úr Sveis. Sveisiska liðið vann 3-0 á útivølli í tí fyrra dystinum, og í kvøld vunnu teir 2-1 á heimavølli.
Ungarska liðið, Debrecen vann samanlagt 4-1 á Levski Sofia úr Bulgaria. Í kvøld vann Debrecen 2-0 á heimavølli.