Fimm menn og fimm kvinnur á javnaðarlista

Mánakvøldið hevði Suð­ur­streym­oyar Javn­að­ar­fel­ag ann­an upp­still­ing­ar­fund, og á list­an komu seks menn og fimm kvinnur.

Síðani fund­in hevur Levi Mørk, bý­ráðs­lim­ur í Havn, tik­ið seg av list­a­num, tí tað sam­pakk­ar ikki við bý­ráðs­ar­beiði og per­són­lig við­ur­skifti hjá honum ann­ars. Listin sær soleiðis út:
Helena Dam á Neystabø
Rigmor Dam
Ann Damgaard
Ingrid Henriksen
Rebekka Vestergaard
John Johannessen
Heðin Mortensen
Sjúrður Johannesen
Jákup Danielsen
Hilmar Augustinussen

Annar upp­still­ingarfundurin mána­kvøld­ið varð nið­ur­lagd­ur og verð­ur upp­aft­ur­tik­in 1. juni. Tað merkir, at tá kunnu fleiri nøvn koma á listan. Tá ann­ar uppstillingarfudnur hev­ur verið, kunnu fleiri nøvn ikki koma á lstan.