Fimm pør fiska upsa og eitt fiskar gulllaks

Ein djúpvatnstrolari fær mest av blálongu, og tveir fiska svartkalva

- Fimm partrolarapør eru til fiskiskap eftir upsa og øðrum hvítfiski, og tey flestu koma inn at landa í næstu viku. Eitt partrolarapar fiskar gulllaks.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

- Ein djúpvatnstrolari er vestanfyri. Teir fáa mest av blálongu, og tveir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva. Allir tríggir koma inn at landa í næstu viku.

 

Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at ein er á Íslandsrygginum og fiskar tosk, og ein er norðanfyri. 

 

- Trolbáturin, sum er norðanfyri, fær mest av toski, hýsu og nakað av flatfiski. Báðir trolbátarnir koma inn at landa í næstu viku.

 

Trý garnaskip fiska svartkalva, og skipini hava brúkiligan fiskiskap. Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.