Ein borgari læt lív í sambandi við ein skottilburð í Nørresundby í Danmark seinnapartin. Trý fólk vórðu rakt av skotum, og eitt teirra var ein løgreglumaður.
Hendingin fór fram í einum vinnuøki stutt undan klokkan 14. Løgreglan hevði fingið fráboðan um eldsbruna í einum bygningi á Virkelyst, men tá ein patrulja kom á staðið, varð hon sambært Nordjyllands Politi skotin av einum manni.
Løgreglan svaraði aftur við skotum, og hin mistonkti varð álvarsliga særdur.
Ein løgreglumaður og ein sivilur borgari vórðu eisini rakt av skotum. Borgarin doyði av løstunum, meðan løgreglumaðurin er í stabilari støðu.
Løgreglan hevur enn ikki upplýst aldur ella kyn á tí deyða.
– Vit skulu nú kanna alla hendingargongdina. Vit kenna tí enn ikki nágreiniliga umstøðurnar ella, hvat lá aftan fyri skottilburðin, sigur politiinspektørur Claus Danø í einum tíðindaskrivi.
Undir stóru løgregluatsóknini varð almenningurin biðin um at halda seg burtur frá økinum, har fleiri vápnaðir løgreglumenn, sløkkilið og sjúkrabilar vóru til staðar.
Løgreglan heitir samstundis á møgulig vitni um at venda sær til løgregluna.










