Síðani 2002 hava tilsamans 775 fangar verið afturhildnir á Guantánamo. Í løtuni sita umleið 430 fangar úr 35 ymiskum londum í fangaleguni uttan ákæru ella dóm.
Amnesty International arbeiðir fyri at fangarnir á Guantánamo verða settir fyri ein vanligan dómstól samsvarandi øllum altjóða standardum, uttan at deyðadómur verður nýttur.
– Um hetta ikki verður gjørt eiga teir at verða leyslatnir beinanvegin, sigur Amnesty.
Amnesty heitir tí á fólk um at senda nýggjársheilsanir til fangarnar. Heilsanirnar kunnu birta nýggja vón og eisini gera myndugleikarnar varugar við, at áhugi er fyri fangunum og fyri at mannarættindi verða vird – eisini á Guantánamo.
Fimm fangar hava fingið loyvi at fáa post uttanífrá og Amnesty heitir í hesum sambandi á fólk um at senda stuðulsheilsanir til fangarnar.
– Heilsanirnar kunna birta nýggja vón í einari svárari tíð og somuleiðis gera myndugleikarnar varugar við altjóða áhuganum fyri fangunum, sigur felagsskapurin.
Menninir, hvørs søga verður søgd á heimasíðuni hjá Amnesty og prentað her í blaðnum í vikuni, hava brúk fyri tínum stuðli. Amnesty heitir á fólk um at senda teimum eina heilsu – eina áminning um, at teir ikki eru gloymdir.
---
Vit endurgeva her søguna um Omar Deghayes, sum stendur at lesa á www.amnesty.fo
Omar Deghayes
– Eg var fyri regluligum harðskapi. Hvørja ferð eg var um at missa vitið, varð eg tveittur í klivan aftur – fyri síðani at verða tikin út aftur til eitt nýtt umfar, sigur Omar Deghayes
Omar Deghayes er 35 ára gamal og mannarættinda-sakførari. Hann er libyskur / bretsku ríkisborgari. Omar er giftur og eigur ein trý ára gamlan son, sum hann ikki hevur sæð síðan hann var nýføðingur.
Omar starvaðist sum mannarættinda-sakførari í Afganistan, tá 11. september álopini vórðu framd.
Hann gjørdi beinanvegin av, at fara heim aftur við konuni og soninum til tryggari viðurskiftir í Onglandi. Á veg til Onglands handtóku menn úr pakistanska herinum Omar og handaðu amerikansku myndugleikunum hann – sum sambært frásøgnum guldu pakistansku myndugleikunum 5000 $ fyri Omar.
Omar hevur verið á Guantánamo síðani september 2002, har hann ferð eftir ferð er píndur.
Omar verður hildin aftur, tí CIA hevur fingið fatur á einari sjónbandsupptøku av einum Al-Qaeda fundi, har Omar sambært CIA er til staðar. Omar, sakførari hansara og familja hansara standa fast uppá, at maðurin á sjónbandsupptøkuni ikki er Omar og at Omar einki hevur við Al-Qaeda at gera.
Amnesty óttast fyri, at Omar verður sendur til Libyen, sum liður í royndini hjá USA at sleppa av við fólk, ið eru undir illgruna fyri at hava framt yvirgangsvirksemi. I Libyen er Omar í vanda fyri at verða píndur til deyðis. Ein umboðsmaður úr Libyen, sum hevur avhoyrt Omar á Guantánamo hevur sagt við hann: ”Tú verður ábyrgdaður í Libyen. Her (á Guantánamo) kann eg ikki gera tær nakað, men hitti eg teg aftur, drepi eg teg”.
---
Ynskir tú at senda Omar Deghayes eina heilsan, so er adressan henda:
Vinarliga send eitt postkort til Omar á enskum:
Omar Deghayes
ISN 727Camp Delta
PO Box 160
WashingtonDC 20053
USA
---
Týdningarmikið at hava í huga, tá kort verða send:
Send einfaldar heilsanir, helst á upprunamálinum ella á enskum.
Send ikki politiskar ella átrúnaðarligar heilsanir – einfaldar heilsanir, sum bera boð um samkenslu eru nóg mikið.
Send kort uttan trúarligar ella jólaligar myndir.
Nýt ikki Amnesty kort og nevn ikki Amnesty International.
Bið ikki um aftursvar, men skriva navn og bústað á postkortið. So kann viðkomandi avgera um hann svarar tínum brævi.
Merk brævbjálvan "Airmail" og set eitt 10 kr. frímerki á.
Seinasta freist at senda kort er 28. februar 2007.
Vinarliga send okkum eitt avrit, um tú fært nakað svar.