Fimm skip landaðu í Fuglafirði

Skipini høvdu millum 250 og 2800 tons

Í síðstu viku vóru fleiri landingar á Havsbrún í Fuglafirði.

 

Skipini, sum vóru inni og landaðu, vóru sambært heimasíðuni hjá virkinum, fimm í tali.

 

Tey høvdu hesar nøgdir:

 

Isafold (250 tons), Katrin Jóhanna (900), Fagraberg (2800), Norðingur (1900) og Borgarin (2450 tons).

 

Á heimasíðuni verður ikki upplýst, hvat fiskaslag talan er um, men hetta er helst alt svartkjaftur.