Tað skrivar Dariusz Zablocki í einum uppslagi í Facebook-bólkinum Hoyvíksbólkurin í morgun.
Sambært honum varð innbrotið framt í nátt, millum 26. og 27. august. Bussurin stóð parkeraður við Hoyvíkshøllina, og lásið í hurðini varð brotið upp.
– Millum annað eru pengar stolnir, skrivar hann.
Hann heitir nú á tann ella tey, sum hava verið inni í bussinum, um at seta seg í samband við hann í seinasta lagi klokkan 16 í dag.
Samstundis upplýsir hann, at myndatól inni í bussinum hevur skrásett innbrotið. Um eingin gevur seg til kennar áðrenn freistina, verða upptøkurnar latnar løgregluni, sigur hann.
Dariusz Zablocki heitir eisini á foreldur, sum halda seg vita nakað um hendingina, um at taka málið upp við børn síni.
Talan er um ein buss hjá Bygdaleiðum, sum sambært myndunum stóð á parkeringsøkinum við Hoyvíkshøllina.












