Fimm stig til NSÍ - tvey stig til B36

Her eru úrslitini og málskjúttarnir í teimum trimum innanhýsis dystunum millum NSÍ og B36 hetta kappingarárið

NSÍ og B36 hava leikt teir tríggjar innanhýsis dystirnar í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.

 

NSÍ vann ein sigur og hinir báðir dystirnir endaðu báðir við javnleiki 2-2. Í fyrra 2-2 javnleikinum var B36 á odda 2-0, og í seinna 2-2 javnleikinum var B36 á odda bæði 1-0 og 2-1.

 

Sostatt var samlaða úrtøkan fimm stig til NSÍ og tvey stig til B36 í teimum trimum innanhýsis dystunum hetta kappingarárið.

 

Samlaða málúrtøkan gjørdist 5-4 til NSÍ. 

 

NSÍ-B36 1-0 (0-0) - 14. apríl 

 

1-0 Klæmint A. Olsen (57.)

 

NSÍ-B36 2-2 (0-2) - 25. mai

 

0-1 Zean Dalügge (33.)

 

0-2 Marius Kryger-Lindh (38.)

 

1-1 Steffan A. Løkin (70.)

 

2-2 Klæmint A. Olsen (73.)

 

B36-NSÍ 2-2 (1-1) - 15. september

 

1-0 Zean Dalügge (30.)

 

1-1 Jasper van der Heyden (32.)

 

2-1 Zean Dalügge (51.)

 

2-2 Petur Knudsen, br. (64.)

 

Kelda: FaroeSoccer