Fimm trailarar fóru í havið

Victoria VI, sum SBW og Smyril Line hava leigað, hevur í dag verið í ringum ódnarveðri tveir tímar úr Hirtshals Tað er ikki bara í Føroyum, at tað er ódnarveður. Smyril Line boðar í tíðindaskrivi frá, at Victoria VI, sum SBW og Smyril Line hava leigað, hevur verið í ringum ódnarveðri í dag. Skipið, sum var á veg úr Íslandi og Føroyum til Hirtshals, kom í satt ódnarveður við tungari aldu, tá ið tað í morgun var statt einar tveir tímar úr Hanstholm. Fimm trailarar slitu surringarnar og fóru av veðurdekkinum og í havið.

Ein trailari koppaði á dekkinum, og vøran hevur fingið skaða. Eingin fólkaskaði var.

Lastin skeyt seg, og skipið fekk slagsíðu. Tí tók Smyril Line Blue Water avgerð um at sigla til Frederikshavn, har skipið verður lossað. Síðani verður farið til Hanstholm.

Myndugleikarnir kanna skipið, og enn er eingin avgerð tikin um, nær tað verður siglt aftur.

Norrøna lastar í Hansholm í morgin. Ætlanin er, at hon skal vera á Havnini týsmorgunin, sigur Smyril Line í tíðindaskrivi.