Fimm vilja vera stjóri í mentanarhúsinum Salt

Umsóknarfreistin fór á miðdegi í dag og nú skulu umsóknirnar viðgerast

Fyrr í summar varð søkt eftir stjóra til mentanarhúsið, Salt, á Drelnesi í Suðuroy.

 

Seinasta freist at søkja starvið var á miðdegi í dag og Bárður Larsen, løgfrøðingur, sum situr í setanarbólkinum, sigur, at tey hava fingið fimm umsóknir til starvið.

 

Tað er annars nevndin fyri Salt, sum er setanarnevnd, men hon hevur so knýtt Bárð Larsen afturat sær sum fakligan ráðgevara.

 

Og hann sigur, at sum er, fær hann einki sagt um umsóknirnar, tí setanarbólkurin hevur ikki viðgjørt tær enn. Tað fer setanarbólkurin at gera, kanska longu í næstu viku, og tá verður eisini gjørt av hvørjir umsøkjarar skulu boðsendast til samrøður.

 

Nevndin kann hinvegin eisini koma til tað úrslit, at starvið skal lýsast leyst av nýggjum, tí í hesum sambandi skal støða nevniliga eisini takast til til um tey eru nøgd við talið á umsøkjarum og førleikarnar hjá umsøkjarunum.

 

Miðað verður eftir at nýggi stjórin skal byrja 1. oktober.

 

Í lýsingini eftir stjóra verður sagt, at Salt er ein tónlistarligur, leiklistarligur og myndlistarligur pallur. Talan er um eitt stórfingið og innbjóðandi hús, ein framtíðar ráðstevnuskáli, eitt komandi ferðamál, eitt hús, har vælvera og blíðskapur eyðkenna gerandisdagin og har fólk eisini viðhvørt, skulu kløkkast.

 

Nýggi stjírin skal verða ein evnaríkur og fjølbroyttur við leiðsluroyndum, og hann skal hava eina akademiska útbúgving. 

 

Stjórin skal duga at síggja sterku eginleikarnar hjá sínum medmenniskjum, hann skal ikki vera bangin fyri at lurta og at taka avgerðir.

 

Stjórin skal eisini hava fíggjarligt innlit, umframt at hann skal hava drúgvar royndir og góð evni at samskifta við politiskar myndugleikar, bæði kommunalar og landspolitiskar. Samstundis skal hann duga væl at søkja um fíggjarligan stuðul úr ymsum grunnum og at útvega fígging annars

 

– Tú skalt duga at bróta upp úr nýggjum, og tú ert førur fyri at taka við stórum avbjóðingum fyru at skapa eitt livandi og spennandi umhvørvi, verður sagt um nýggja stjóran.

 

Stjórin skal eisini hava livandi áhuga fyri mentanini og hava ans fyri umskaringini av altjóða rákum og føroyskum mentanarlívi, og hann skal duga at virðismeta tað, sum rørist í lokalsamfelagnum fyri at styrkja grundstøðið hjá mentanarhúsinum.

 

Starvið er lønt eftir 36. lønarflokki í sáttmálanum ímillum Tænastumannafelag og Fíggjarmálaráðið, men talan er ikki um eitt tænastumannastarv. Sostatt er lønin góðar 43.000 krónur um mánaðin, umframt 15 prosent í eftirløn.

 

Annars kunnu stjórin og grunnurin fyri Salt, sum eigur og rekur mentanarhúsið, gera nágreiniligari treytir um starvið og lønina, verður sagt í lýsingini eftir nýggjum stjóra.