Fimmti ára minningarhald

Næmingar úr preliminerflokki b frá 1958 hittust á Skarvanesi í døgunum frá 20. til 22. juni

At ganga ein summarmorgun av Skarvanesi og nakað norð um bygdina er sum at stíga inn í moyardæmdan reinleika. Har, á skák oman av vegnum, liggur Kyrjasteinur, ein stórur, regluliga formaður klettur, næstan við trapez-sniði, tekin um, at hiðani sást bønhúsið í bygdini. Oman av vegnum er bøurin sandraður við børkubóndum, teir niðastu reisa seg, í lýsandi purpurreyðum skrúð, prúðari og vakrari enn eg havi sæð teir nakrastaðni í Føroyum. Fram við klettastrondini flýgur teistin, hesin kimiligi, elegant mjávaksni, lítli svartfuglurin, við blóðreyðum fótum.

Skarvanes, sum var um at verða avtoftað, men sum nú, takkað veri niðursetumanninum Inga Mohr, er risin aftur sum tilhald, fundarstað og skeiðsdepil, er sjáldsama vakurt pláss. Uppi í bønum sunnan fyri húsini vaksa sortugrøs í slíkari nøgd, at allur bøurin hevur ein reyðbláan eldurtar-farra. Her er góður sólargangur, og Skarvanes var ríkt kornpláss.

Vit, sum eru stødd her frá fríggjakvøldi til sunnudag nakað eftir middag á hásumri 2008, eru fólk, sum fyri hálvari øld síðani tóku preliminerprógv á Føroya Preliminer- og Studentaskeiði, neyvari orðað preliminerflokkur b frá 1956-58.

Vit eru eitt blandað fylgi, úr bygd og bý, Jógvan á Dul, fyrrverandi keypmaður, Georg Egholm, lækni, Jógvan Hammer, verkfrøðingur, Hjørdis Olsen, skrivstovukvinna, Páll Hansen, lækni, Sólva Dam, sjúkrasystir, Jákup í Løðu, lærari, Judith Dam Jacobsen, fyrrverandi skrivstovukvinna, Hans Andreas Matras Joensen, lærari, Ingi Mohr og undirritaði. Saman við okkum, næstan sum verndareinglar, eru Lis Hammer, Anna Mohr og Poul Jákup Thomsen.

Vit eru ongantíð fyrr komin saman til eitt slíkt minningarhald, og summi hava nóg illa hitst síðan 1958. Men prátið fer á glið, mussaskøðunum bagir einki, og brádliga stendur fortíðin fyri okkum, so klár sum var tað í gjár. Út á Skansan gekk ein smøl brúgv. Á Áarvegnum hevði Heini Jacobsen, faðir at floksfelaga okkara Finni, sum nú er farin undir grønu torvu, kjøthandil. Ursus vísti sína styrki í Sjónleikarhúsinum. Í Ungarn hevði verið uppreistur, Nasser tjóðartók Suezveitina, og filmurin Klodernes Kamp, sum gekk stutt eftir at vit hittust, tóktist nøkrum okkara so ræðuligur, at vit eina tíð aftaná ikki vágaðu okkum á kvøldi einsamøll ígjøgnum plantasjuna.

Vit minnast okkara lærarar, Erik Petersen, sum lærdi okkum at hugsa kritiskt, Haraldsen, sum onkuntíð segði: “Í dag, góðu børn, leggja vit Schiller til viks, og so práta vit um leyst og fast, heimin, trúgv, lív og deyða”, og Nygaard, sum vit høvdu eitt ár í føroyskum, ein blíðkaður Jupiter. Vit minnast Peter Bancke, frøkun Rienecker og Poul Jensen og Andrias Højgaard. Og Arnbjørn Mortensen, sum samvitskufullur lærdi okkum søgu og enskt, ein rættiligur sjeikur, hildu vit. Og vit minnast Páll Mikkelsen, sum við góðum handalag lærdi okkum støddfrøði og geometri, og sum vit viðhvørt hitta í Havnar gøtum, líka blíðan sum hann var fyri fimti árum síðani.

Vit minnast tey, sum gingu eina tíð í flokkinum, men sum hildu uppat av ymiskum grundum. Vit minnast Elise Fiege, sum býr í Danmark og ikki fekk komið til hetta minningarhald. Vit minnast tey, sum eru farin, Finn úr Havn og Elina úr Vík. Og Kristoffur, skyldmann mín, úr Havn.

Sum vert og serkønan ferðaleiðara hava vit Inga Mohr, okkara gamla floksfelaga. Hann greiðir okkum frá bygdini, søguni, ættunum, húsum og staðanøvnum. Poul Jákup Thomsen greiðir okkum frá sínum sera virðismikla og áhugaverda arbeiði og frá virkinum her í bygdini, har avvarðandi hjá fólkum við rúsdrekka-trupulleikum kunnu koma og fáa vegleiðing.

Sum Ingi og Poul Jákup greiða frá, er tað sum ein nýggjur heimur letur seg upp fyri okkum, ein verð við myrkri, mótgangi og trupulleikum, men eisini ein verð, har vónin grør, har skemtingarsemið neistrar, við fylgispæli av klaveri og fiól, og har, úr hvørjum orði, hvørjari søgu og hvørjum smíli tykist spretta ein djúpt konstruktivur andi. Tað trupla og álvarsama verður ikki krógvað, vegurin uppeftir kann vera drúgvur, tí torført er at broyta vanar, men hopið lýsir sum tann ælabogi, vit síggja, sunnudag fyrrapart, ringja seg í gulgrønum geometriskum neyvleika eftir sjónum norð ímóti Sandsbygd. Avgerandi er tað eksistentiella – at velja, velja lívið, framtíðina, vakurleikan. Og at læra at flenna at sær sjálvum.

Vit ganga úr Dali til Skarvanesar í føgrum summarveðri, hoyra lógv, so sorgblíða, síggja skúgv og steinstólpu og sjey harur. Vit støkka inn á gólvið í tí sjáldsama listasavninum á Sandi. Vit koyra til Søltuvíkar, sum “full er av skerum”, og vit minnast Principiu og Heinrich Anders, sum á undurfullan hátt bleiv bjargaður av fólki í Kirkjubø.

Tá ið vit skiljast á Gomlurætt sunnudag seinnapart, vita vit ikki, hvar tíðin fór. Prát, søga oman á søgu, veitsla, sangur, tónleikur, heimsins bestu kokkar, ikki fá vísdómsorð, eldurt, eygnagras og kápukona – og látur!

Takk fyri, Ingi! 


eftir Hanus Kamban