Fimm morð í Grønlandi í ár – maður dripin í Tasiilaq

Ein persónur er tikin í einum drápsmáli í Grønlandi. Løgreglan arbeiðir við at eyðmerkja tann deyða.

 

Løgreglan í Grønlandi kannar tað fimta morðið í ár. Ein maður er funnin dripin í Tasiilaq. - Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix

Ein maður var gjáranáttina funnin dripin í Tasiilaq í Eysturgrønlandi.

Tað upplýsti grønlendska løgreglan í tíðindaskrivi í gjár.

Løgreglan fekk fráboðanina um ein persón, sum varð funnin deyður á einum bústaði í Tasiilaq týsnáttina klokkan 02.

– Løgreglan fór á staðið. Tá løgreglan kom og vegna umstøðurnar og kanningararbeiði kundi staðfestast, at talan var um morð, skrivar løgreglan.

Hon arbeiðir framvegis við at eyðmerkja tann deyða.

Ein maður varð handtikin, segði løgreglan, sum var í ferð við at víðari kanningar í málinum.

Hann er eftir grundlógaravhoyring afturhildin í fyribils 28 dagar. Tað upplýsir grønlendska løgreglan í tíðindaskrivi í gjárkvøldið.

Løgreglan er í sambandi við kanningarfólk úr Danmark, sum skulu hjálpa við kanningunum í málinum.

Løgreglan hevði í gjárkvøldið avbyrgt eitt øki við Naasuliartarpimmut í Tasiilaq. Fólk vórðu biðin um at virða avbyrgingina og geva løgregluni arbeiðsfrið á staðnum.

Tað er fimta drápsmál í Grønlandi í ár. Tað er á leið tað, sum er miðal í Grønlandi á hvørjum ári. Í Grønlandi búgva eitt lítið sindur fleiri fólk enn í Føroyum, 56.000.

Tíðliga á morgin ársins fyrsta dag fekk løgreglan boð um eitt møguligt dráp. Tað var ein 42 ára gamla maður í Sermiligaaq í Eysturgrønlandi. Ein 18 ára gamal drongur, sum er í familju við ofrið, varð handtikin og mistonktur fyri drápið.

Nakrar dagar seinni var ein 48 ára gamal maður funnin deyður í eini íbúð í Tasiilaq, og ein 41 ára gomul kvinna var skuldsett og handtikin.

Seinni í januar varð ein 57 ára gamal maður dripin av skotum við eini riflu í Niaqornat í vestara parti av Grønlandi, og ein persónur er handtikin og mistonktur fyri drápið.

Í mars var ein 56 ára gomul kvinna funnin myrd í Sisimiut í Vesturgrønlandi, og ein yngri maður varð tikin og mistonktur.

/ritzau/

 

Løgreglan í Grønlandi kannar tað fimta morðið í ár. Ein maður er funnin dripin í Tasiilaq. - Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix