FINAL FOUR: Jóhan og Flensburg vunnu - Elias og Kiel taptu

Tað vera Flensburg Handewitt og Montpelier sum møtast í finaluni í FINAL FOUR í EHF European League

FINAL FOUR í EHF European League hjá monnum verður í hesum døgum leikt í Barclay´s Arena høllini í Hamburg í Týsklandi.

 

Fyrr í dag eydnaðist tað Jóhan á Plógv Hansen og liðfeløgum hansara at vinna seg í finaluna aftaná 35-34 sigur á Melsungen. Tað stóð á jøvnum 28-28 aftaná vanliga leiktíð. Í steðginum var Flensburg á odda 16-15. Jóhan skoraði eitt mál upp á tríggjar málroyndir.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel taptu í hálvfinaluni tepurt 31-32 fyri franska liðnum, Montpelier. Í steðginum var Kiel á odda 17-16. Elias skoraði trý mál upp á seks málroyndir.

 

Flensburg og Montpelier spæla finalu í Barclay´s Arena høllini í morgin klokkan 17. Klokkan 14 byrjar dysturin um triðja plássið millum Kiel og Melsungen.