Hondbóltur
Tað tykist alt meira sannlíkt, at Kyndil verður ein ósannlíkur luttakari í FM-finaluni í manshondbólti 2008.
Fyri bara fáum vikum síðani tóktist møguleikin annars púrasta óveruligur, men við fleiri góðum avrikum á rað eru Kyndils-menn nú bert eitt stig frá Neistanum. Gaman í við einum dysti fleiri, men verður hugsað um, at liðinum vantar seinasta innanhýsis dystin, eins og Neistin enn eigur útidystin á Skála á, so tykist finaluluttøkan liggja beint til høgra armin hjá Høgna Klein og hinum í Kyndli.
Intensitur
Tað var annars ikki tað vakra hondbóltsspælið, sum var í fokus sunnudagin.
Týdningurin av dystinum var kanska ov stórur hjá heimaliðnum til tess. Og eisini gestirnir vóru uppsettir, nú teir skuldu hevna fyrsta finalutapið í fimm ár.
Og úrslitið var ein dystur, har intensiteturin og spenningurin vóru væl betri enn hondbóltsspælið. Og har málverjarnir helst vóru betur nøgdir um sítt avrik, enn útispælararnir vóru tað.
Fyrstu longu løtuna tóktust gestirnir hava meira at geva av. Hóast StÍF gjørdi fleiri teknisk mistøk í álopsspælinum, so megnaði Kyndil ikki at revsa hesi. Og heldur ikki tá strandingar spældu í undirtali, fall hamarin.
Høgni og hinir
Tað hevur fleiri verið nevnt, hvussu stóran týdning tað hevur fyri Kyndil, at teir nú aftur hava Høgna Klein við á liðnum. Og hóast spælskiparin ikki megnaði at fáa tað heilt skipaða spælið upp at standa sunnudagin, so hevði hann kortini sín avgerandi leiklut í dystinum. Bæði tí hann støðugt er maðurin, sum dregur og skumpar liðfelagarnar framá, men eisini tí hann hóast alt hevði sínar framúr vøkru detaljur í einum annars rótutunum dysti. Eitt nú við tveimum fantastiskum innspælingum inn á strikuna, og so tá hann onkursvegna fann uppá at lobba bóltin í netið av tríggjametra strikuni. Allar tríggjar detaljurnar í avgerandi løtunum av dystinum, og júst tað ber veruliga boð um ein stórspælara.
Og tá so aðrir á Kyndils-liðnum fylgdu við, komu neyuðugu málini eisini. Hanus Johansen skoraði nakrar ferðir úr at síggja til vónleysum støðum, og Finnur Hansson hevði nøkur fín mál, hóast onkrir avbrennarar eisini vóru at síggja.
Og til hetta StÍF ikki nakað aftursvar. Danni Syhler og David Edvardsen hava í nógvum dystum verið berandi kreftir hjá liðnum, men tað vóru teir ikki hesaferð. Syhler tóktist hava hug at gloyma, at hondbóltur sanniliga eisini er liðspæl. Og Edvardsen hevði meira enn ilt við at síggja netmeskarnar handan Lars Black, hóast hann fleiri ferðir stóð væl fyri á veinginum.
Finaluvegurin
Og við sigrinum er Kyndil framvegis á finalukós. Fyri viku síðani var staðfestingin, at Kyndil nú hevði fimm finalur eftir at spæla, og í fyrstu tveimum av hesum hevur liðið staðið royndina.
Á pappírinum hevur Neistin enn fyrimunin, tí teir skulu missa fýra stig, áðrenn Kyndil kann kenna seg hampuliga trygt. Men Neistin skal framvegis til Skála á útferð, og við seinastu dystunum í huga, so er StÍF stórfavrittur til ta uppgerðina.
Tí kann Kyndil skapa sær best hugsandi fortreytirnar, um teir bara syrgja fyri at gera sítt arbeiði. Og nú StÍF er lagt aftur um bak, er talan her um tríggjar dystir á Hálsi. Nevnliga heima móti H71 og KÍF, meðan útidysturin er móti Neistanum.
Fakta um dystin
Kyndil-StÍF 24-22 (11-11)
10 min: 3-4
20 min: 7-8
40 min: 14-15
50 min: 20-19
Málskjúttar
Kyndil: Finnur Hansson 7, Høgni Klein 5, Hans Áki Dal Christiansen 4(3), Hjalti M. Jacobsen 3, Hanus Johansen 3, Ken Zachariassen 1, Janus Einar Sørensen 1
StÍF: Sveinur Justinussen 6, Danni Syhler 4, Bent Djurhuus 3, Bárður Danielsen 3, David Edvardsen 3, Leivur Justinussen 1, Jón Rasmussen 1, Borgar Danielsen 1
Brotskøst: Kyndil 5
Útvísingar: Kyndil 1, StÍF 7
Dómarar: Kári Hansen & Dánjal Samuelsen