Finaluklárar

Í Klaksvík verður bara bíðað eftir FM-finalunum. Hesa ferð fekst tíðinat ganga við ætlaða sigrinum á StÍF

Stjørnan-StÍF 28-22 (17-9):


Hóast StÍF ofta hevur givið Stjørnuni trupulleikar, so var eingin ivi um, at Stjørnan var favorittur sunnudagin.

Og tann leiklutin livdu tær eisini alt fyri eitt upp til. Heldur enn at byrja í eini dølskari leikferð, setti Stjørnan hesa ferð tempo á frá fyrsta bríksli, og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn munur veruliga kom millum liðini.

Eftir hetta hevði heimaliðið ráð at taka tað meira róligt, men hóast ehtta, so var sigurin ikki í vanda eitt einasta sekund. Um nakað, so var spurningurin bara, hvussu nógv meistaranri vildu leggja fyri, og tann parturin gjørdist minni, sum minuttirnir gingu.

Við bert einum dysti eftir at spæla tykist Stjørnan framvegis vera væl tendrað. Og tær eru enn ikki dornar í vandamestu grøvina at taka sær av løttum, nú so stutt er eftir, til tað aftur verður álvari.

Hjá StÍF er árið sum so eisini liðugt. Tilveran í deildini er væl og virðiliga bjargað, og so hava tær kanska ikki tað stóra at hugsa um. Men tær hava enn ein fingur við í spælinum um, hvør skal spæla finalurnar móti Stjørnuni. StÍF spælir nevnliga á seinasta leikdegi móti Neistanum, sum skal vinna tann dystin, skulu tær verða partur av finaluni.


Fakta um dystin

Stjørnan-StÍF 28-22 (17-9)

10 min: 7-3

20 min: 12-5

40 min: 19-12)

50 min: 24-17

Málskjúttar

Stjørnan: Simona Petersen 11(5), Joan M. Djordjevic 4, Anna Kristina Samson 4, Maria við Neyst 3, Durita Ljósstein 2, Bára S. Klakstein 2, Edith Hansen 1, Durita Christophersen 1

StÍF: Rebekka Jkustinussen 8(3), Ninna K. Joansen 8(1), Sunfríð Johansen 3, Rósa Johansen 2, Oddrún Danielsen 1, Johanna í Króki 1

Brotskøst: Stjørnan 5, StÍF 5

Útvísingar: Stjørnan 4, StÍF 2

Diskvalifikatión: Stjørnan 1 (3X2 minuttir)

Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen