Hondbóltur
Alt kappingarárið hevur Neistin verið á hampuliga tryggari finalukós. Og fyri bara tveimum umførum tóktist finalusessurin púrasta vissur.
Men tann veruleikin er eisini broyttur. Sunnudagin taptu teir bláu aðru ferð á rað, og aftur hesa ferð var talan um greiðan ósigur.
Stórspæl hjálpti lítið
Tvær broytingar vóru annars at síggja á liðnum hjá Neistanum hesaferð. Jacob Larsen hevur nú verið í Føroyum í eina tíð, men útlendingakvotan hevur havt við sær, at stóri danin als ikki hevur verið at sæð í málinum.
Sunnudagin var hann við frá byrjan, og eina løtu tóktist hann mest sum einsamallur vilja avgera dystin. Men hóast eitt bjargingarprosent, sum muni liggja heilt nær teimum 50, so var hetta ikki nóg mikið, tá StÍF við kvikum spæli tagaði Neistaverjuna sundur óteljandi ferðir.
Hartil var Jakob Jónsson eisini við á liðnum hesaferð. Tað merkti so eisini, at Blagoje Buha ikki kundi koma á vøllin. Hóast aldurin er farin at tyngja, so er eingin ivi um, at Jakob kann verða góður styrkur hjá Neistanum, men hesa ferð hevði hann ilt við veruliga at seta seg ígjøgnum, tó at einstakar vakrar fríspælingar vóru á skránni.
Reistust
Hjá StÍF ráddi um at reisa seg eftir finalutapið seinasta sunnudag, og tað varð gjørt við manér.
Verjan var mest sum alla tíðina uppi á tærnum, og ferðin á álopsspælinum varð í løtum skrúvað heilt í topp. At álopshóttanin er breið, sást aftur hesaferð, og í løtum varð David Edvardsen skumpaður út á veingin, so báðir Justinussen-beiggjarnir sluppu framat á bakkunum.
Og tað var væl meira, enn Neistin megnaði at fylgja við. Endaligi sigurin gjørdist fimm mál, men var tað ikki fyri stórspælið hjá Neista-málverjanum, so kundi sigurin væl verið munandi størri.
Finalan í vanda
Og tað ber so við sær, at Neistin nú av álvara merkir trýstið frá Kyndli. Bert trý stig eru nú at geva av, og enn er ein dystur eftir móti Kyndli. So kiksararnir skulu ikki verða serliga nógvir, áðrenn finaluplássið hjá teimum bláu kemur heilt alvorliga í vanda.
Hjá StÍF er finalan hinvegin trygg. Í teoriini kann enn kiksa, men so vilja ikki bara illa til – men heilt illa. Og við spæli, sum ber boð um, at steypafinalan milt sagt var ein kiksari, er tann vandin neyvan nakað, sum strandingar tosa serliga ítøkiliga um.
Fakta um dystin
Neistin-StÍF 26-31 (12-15)
10 min: 6-4
20 min: 9-10
40 min: 15-22
50 min: 21-26
Málskjúttar
Neistin: Karl Herup Olsen 7, Ingi Olsen 6, Jugoslav Djumic 6, Jóhan Brekstein 3, Tróndur Kragesteen 3, Dann Thorleifsson 1
StÍF: Sveinur Justinussen 7(4), Leivur Justinusen 5(2), Bárður Danielsen 5, Danni Syhler 4, David Edvardsen 4, Borgar Danielsen 3, Bent Djuhuus 1, André F. Danielsen 1, Alexandur Johansen 1
Brotskøst: Neistin 2, StÍF 7
Útvísingar: Neistin 2, StÍF 1
Dómarar: Hans Thomasen & Hanus Kúrberg