Finaluplássið varð tryggjað

Eina løtu valdaði ivi um, hvørt Magni Mouritsen hevði runnið seg í finaluna á 800 metra teininum

 

renning

Jákup Mørk/Álvur Haraldsen ? Isle of Man


Magni Mouritsen luttekur í ár fyri fyrstu ferð á Oyggjaleikum, men longu nú hevur hann so tryggjað sær eitt finalupláss.

Hetta hendi, tá hann sunnudagin tók lut í 800 metra renningini, har talan var um tvær hálvfinalur. Undan kappingini varð sagt, at tríggir teir bestu rennararnir umframt teir báðir við næstbestu tíðunum komu í finaluni, men beint undan startinum fingu rennararnir at vita, at talan bert gjørdist um seks luttakarar í finaluni. Teir báðar bestu í hvørjari hálvfinalu, umframt teir báðar við næstu tíðunum.

Magni kom á mál sum nummar fýra í sínum bólki, og tíðin var nóg góð til at vera millum átta teir bestu, men ikki seks teir bestu. Eina løtu valdaði ivi um, hvørt talan var um eitt finalupláss, men eftir at dómararnir høvdu trætast eina løtu, var kortini greitt, at hann var í finaluni.

Beinini doyðu

Eftir renninga var tað ein púra pøstan Magna, sum vit fingu orðið á. Leingi lá hann á triðja plássinum, men seinastu 50 metrarnar varð hann yvirhálaður, men sjálvur segði hann tó, at hetta hevði sína náttúrligu forkláring.

- Beinini doyðu bara fullkomuliga seinasta petti. Eg havi ikki runnið 800 metra teinin í eini trý ár, og tí var torført hjá mær at meta um, hvussu nógv eg skuldi leggja fyri.

- Eg kann so undir ongum umstøðum fara út at stýra eini slíkari renning, so tað er bara at hanga í.

Um vónirnar í finaluni sigur Magni, at hesar sum so ikki eru nakað serligar.

- Tað sær so ikki út til, at eg havi nakran møguleika har.

- Hetta er tó fyrstu ferð, at eg eri við, so eg sigi sum Páll (Guðlaugsson, blðm.), at eg eri við fyri at læra. Vit fáa so at síggja, hvar eg eri um tvey ár, tá Oyggjaleikir aftur verða. Tá ætli eg mær so at hava tikið føroyska metið, sigur Magni Mouritsen at enda.