Hondbóltur
Skuldi Neistin spæla við í dystinum um finalupláss, so var kravið treytaleyst ein sigur á Tjaldri, sum als ikki hevur mist stig í ár.
Men tað var í veruleikanum langt frá, at Neistin kom í nær námind sigrinum. Fyrstu løtuna hildu tær fast í mótstøðuni, men tá Tjaldur fekk sítt spæl og sína verju at hanga saman, var ikki stórvegis, sum Neistin fekk gjørt.
Í verjuspælinum gekk annars hampuliga væl hjá Neistanum stóran part av dystinum, men í álopinum vildi lítið og einki bera til. Ofta vórðu álop endað óneyðuga skjótt, og tað var ongan tíð soleiðis, at nakar serligur friður fekst yvir spælið hjá heimaliðnum.
Kanska koyrdi álopið hjá Tjaldri heldur ikki so væl. Men tær hava besta skjúttan í landinum, og tá einki annað riggar, so kann Adina Petrea altíð langað nakrar bóltar í kassan av tríggja-metra strikuni.
Sigurin ber við sær, at Tjaldur framvegis hevur fult stigatal í toppinum á stigatalvuni. Neistin er hinvegin longu nú endað í einum ongamannalandi, har liðið helst vinnur sær bronsumerki, men har tær samstundis neyvan hava møguleika at vinna seg longur upp enn tað sama.