Fingið spillivatnsætlan góðkenda

Sunda kommuna hevur samtykt at broyta tíðarætlanina í spillivatnsætlanini soleiðis, at spillivatnsviðurskiftini í kommununi eru í lagi innan 2015.

Í spillivatnskunngerðini er ásett, at allar kommunur skulu fáa spillivatnsviðurskiftini í rætt lag innan 2015.

Í fyrstu spillivatnsætlanini hjá Sunda kommunu bleiv upplýst, at kommunan av fíggjarligum ávum, ikki megnaði at blíva liðug innan 2015. Tískil kundi Umhvørvisstovan ikki góðkenna spillivatnsætlanina hjá Sunda kommunu.

Nú, eitt ár seinni, hevur Sunda kommuna gjørt nýggjar raðfestingar, og samtykti kommunan á býráðsfundi tann 29. mars 2013 at broyta tíðarætlanina í spillivatnsætlanini soleiðis, at kommuna nú fær øll síni spillivatnsviðurskifti í rætt lag innan 2015.

Tískil kann Umhvørvisstovan góðkenna spillivatnsætlanina hjá Sunda kommunu. Hetta merkir, at nú hava íalt 23 út av 30 kommunum góðkenda spillivatnsætlan.