Fingrarnar vekk, Elin!

Borgarstjórin í Klaksvík er í øðini um, at Samvit nú ætlar at yvirtaka alt íverksetaraøkið, eftir at Klaksvíkar kommuna í samstarvi við onnur hevur fingið eitt Íverksetarahús at virka fyri alt landið. Steinbjørn O. Jacobsen heldur, at tað verður sum at seta í bakkgear og fáa eina tunga almenna samskipan lagda út yvir eitt dynamiskt hús

Borgarstjórin í Klaksvík er argur, eftir at hann í Sosialinum í gjár kundi lesa samrøðu við Elina Heinesen, leiðara á tí nýggja landsstovninum Samvit, har hon sigur frá, at nú skal Samvit satsa uppá og samskipa alla íverksetan í Føroyum.

Leiðarin á Samvit sigur millum annað, at tað eru tvey íverksetarahús í Føroyum, at Íverksetarahúsið í Klaksvík er eitt kommunalt, lokalt tiltak, og at Samvit skal samskipa hetta økið, og hetta er ikki fallið í góða jørð hjá borgarstjóranum í Klaksvík.

- Meir enn nakað annað líkist hetta eini roynd at fremja karaktermorð móti Íverksetarahúsinum, sum avgjørt ikki er eitt lokalt tiltak, men sum tvørturímóti hevur allar Føroyar sum virkisøki, og har bæði luttakarafjøldin og undirvísararnir, sum veita skeiðsundirvísing og ráðgeving, koma úr øllum landinum, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.

- Vit hava lagt sera stóra orku í – í fyrimyndarligum samstarvi við Eik Banka og Vinnumálaráðið – at byggja upp eitt íverksetarahús, sum longu nú hevur prógvað í verki, at tað er sera væl virkandi, og har vit fáa nógv fyri hvørja krónu.

- Bæði vit og Vinnumálaráðið vóru samd um, at eitt slíkt íverksetarahús, ið hevur alt landið sum virkisøki, og sum hevur virkað í øllum landinum, liggur sera væl her í Klaksvík, sum ein vinnulívsbýur burturav, og tí ber tað ikki til, at ein nýggjur landsstovnur nú skal blanda seg upp í hetta sama málsøki, sigur borgarstjórin í Klaksvík


Als ikki til at liva við

Steinbjørn O. Jacobsen heldur, at tað er eingin orsøk hjá einum almennum stovni at blanda seg upp og skula yvirtaka íverksetaraøkið.

- Ein má spyrja seg sjálvan, hví hesi alment settu starvsfólkini so absolutt skulu blanda seg upp í eitt málsøki, sum longu verður væl og virðiliga røkt og ment av einum væl riknum og bíligum íverksetarahúsi, sum arbeiðir kring landið alt.

Borgarstjórin vísir á, at Klaksvíkar Kommuna hevur útvegað ein bygning, sum higartil hevur kostað umleið 3 mill. krónur, og harumframt er kommunan við til at stuðla Íverksetarahúsinum við 800-túsund krónum í rakstrarstuðli um árið.

- Tí er tað eitt stórt vónbrot og sum at fáa vátan vøttin at frætta, at nú roynir ein nýggjur almennur stovnur at mótarbeiða, at Íverksetarahúsið skal fáa eina sjálvstøðuga játtan frá landinum, og at hann ístaðin skal leggjast undir umsiting hjá Samvit, ið skal hava alt hetta um hendur, og so kann Íverksetarahúsið kanska fáa nakrar molar, tá tað mesta er farið til umsiting og lønir aðrastaðni, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.

Borgarstjórin í Klaksvík sigur seg vera troyttan av almennum stovnum, sum blanda seg upp í kring landið.

- Eftirhondini er hetta almenna spælið blivið ov stuttligt. Eg havi nú verið borgarstjóri í skjótt átta ár, og eg má siga, at eg eri so inniliga troyttur av at uppliva, hvussu almennir stovnar í høvuðsstaðnum ikki kunnu lata vera við at leggja seg út yvir sunnar og væl virkandi stovnar og tiltøk úti um landið, sigur hann.

- Nú má eg bara spyrja, um vit skulu seta í bakkgear fyri at fáa eina tunga, almenna samskipan lagda út yvir hetta dynamiska húsið, fyri síðan at byrja av nýggjum, har stirvna almenna skipanin verður leisturin framyvir – tað kann altso ikki vera meiningin.


Almennir stovnar eru alt ov stirvnir

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, leggur dent á, at tað er við beráddum huga, at Íverksetarahúsið varð skipað sum ein sjálvstøðugur grunnur, tí bara á tann hátt kann ein sleppa undan tí stirvnu almennu skipanini.

- Íverksetarahúsið er stýrt av einari nevnd, sum er mannað við vinnulívsfólkum og íverksetarum. Harafturat er vinnan enntá beinleiðis við til at fíggja raksturin av Íverksetarahúsinum. Og fyri tað triðja er tað næstan burturav vinnulívsfólk og royndir íverksetar, sum eru beinleiðis við í undirvísingini á skeiðunum, ið veitt verða.

- Alt hetta verður stjórnað av einum leiðara, Rana Nolsøe, sum ger eitt framúr gott og framskygt arbeiði, og sum er ein sonn eldsál á hesum øki, sigur borgarstjórin í Klaksvík og heldur, at Samvit heldur átti at kasta seg yvir onnur ódyrkað øki í føroyska samfelagnum.