Fingrarnar vekk frá Suðuroyar Sjúkrahúsi

Borgarstjórarnir í Suðuroy vilja hava, at Suðuroyar Sjúkrahús skal verða verandi sjálvstøðugt sjúkrahús við sjálvstøðugari leiðslu.

Tað staðfesta allir sjey borgarstjórarnir í Suðuroy.

Teir hava havt fund í morgun um ætlanina hjá John Johannessen, landsstýrismanni, í heilsumálum um at leggja øll trý sjúkrahúsini saman undir einari felags leiðslu

- Semja var um á fundinum um ikki at taka undir við uppskotinum frá landsstýrismanninum, við hesum grundgevingum:

- Uppskotið skapar ótryggleika á heilsuøkinum fyri suðringar.

- Uppskotið leggur ikki upp fyri, at Føroyar er enn eitt oyggjasamfelag og leggur heldur ikki upp fyri, at, ið Suðuroyggin hevur.

Borgarstjórarnir eru heldur ikki tryggir við orðingina í uppskotinum um at “Sjúkrahúsverkið fevnir um Sjúkrahús Føroya umframt serligar stovnar eftir landsstýrismansins avgerð”.

- Onki verður tó sagt um hvat ein “serligur stovnur er” og tí er fyri, at lógargrundarlagið undir Suðuroyar Sjúkrahús hvørvur, siga teir sjey borgarstjórarnar.

Ístaðin mæla teir til, at Suðuroyar Sjúkrahús varðveitir egna leiðslu og at tað verður eitt vælvirkandi sjúkrahús, bæði tá ið talan er um akuttar sjúklingar og innan allar aðrar tænastur, sum eitt framkomið sjúkrahús kann bjóða sínum borgarum.

Borgarstjórarnir heita á politiska myndugleikan um skipa so fyri at Suðuroyar Sjúkrahús framhaldandi verður eitt sjúkrahús á høgum stigi.

- Tryggleikin hjá okkum sum her búgva, tilverugrundarlagið hjá teimum sum valt sær Suðuroynna at búleikast á, er neyvt bundið at tryggum og vælvirkandi sjúkrahúsviðurskiftum.

Á myndini eru, frá vinstru: Dánjal Bjarkhamar, virkandi borgarstjóri í Vági, Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovi, Hildur Vestergaard, borgarstjóri í Sumba, Eyðdis Ellendersen, borgarstjóri í Fámjin, Otto West, borgarstjóri í Hvalba, Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri og Mikkjal Sørensen, borgarstjóri í Porkeri.

Myndina tók Bjarni Nygaard