Fingu 820 milliónir í løn í januar

Tað eru 50 milliónir meira enn fyri einum ári síðani

Í januar vórðu knappliga 820 milliónir goldnar í lønum í Føroyum. Tað eru næstan 50 milliónir meira enn í januar í fjør ella ein vøkstur upp á 6,2 prosent. Hagstovan sigur, at gongdin hevur verið tann, at síðani á heysti í 2020, eru lønargjaldingarnar hækkaðar javnt og samt.

 

Men hóast vit fáa so nógva løn, sum ongantíð áður er tað nokk so fitt á muni á kynunum báðum tí menninir tjena rættilia nógv meiri enn kvinnurnar. Í Januar fingu menninir nevniliga 485 milliónir í løn og tað eru 59 prosent av øllum lønunum. Tað er eisini 32 milliónie meiri enn í januar í fjør. kvinnurnar fingu 332 milliónir í løn í januar í ár og tað eru 15 milliónir meiri enn fyri einum ári síðani.

 

Uppgerðin hjá hagstovuni vísir, at frá februar í fjør til í januar í ár, vórðu slakar 10,7 milliardir goldnar í lønum og tað eru 4,2 prosent meiri enn í árininum frammanundan. Uppgerðin vísir eisini, at vinnubólkruin sum eitur almenn fyrisiting er størsti vinnubólkur í Føroyum, tí hetta seinasta árið eru slakar 3,7 milliardir goldnar í lønum í hesum vinnubólkinum og tað eru 5,5 prosent meiri enn fyri einum ári síðani.

 

Privata tænastuvinnan er næstan líka stór, tí har eru slakar 3,4 milliardir goldnar í lønum hetta seinasta árið og tað eru 7,9 prosent meiri enn í árinum framman undan. Í fiskivinnuni vórðu slakar 1,2 milliardir goldnar í lønum frá í februar í fjør til í januar í ár og tað eru 2,3 prosent meiri enn í árunum frammanundan.