Longu í 1979 kom ein merkisverd kanning fram í amerikanska senatinum. Í 33 síðum varð greitt frá, at Saudi-Arabiska oljufelagið, Aramco, hevði lækkað framleiðslumál síni úr 25 mió tunnum um dagin til 12 mió um dagin. Orsøkin til hetta var, at felagið hevði avskrivað 70 mia tunnur av fjaldum oljugoymslum sum verandi veruleikafjarðar.
Í frágreiðingi varð høvuðs-staðfestingin, at oljugoymslurnar í Miðeystri ikki eru óavmarkaðar, og sjálvur ivast Matthew R. Simmons ikki í rættleikanum av hesi frágreiðing, og lagnan, sum hendan fekk, gevur eisini orsøk til illgruna.
Mett varð nevnliga, at upplýsingarnar í frágreiðingini vóru alt ov viðkvæmar, og tí varð hendan læst inni. Fyribils í 50 ár var ætlanin.
Í dag verður sagt, at fekk frágreiðingin tann gjøgnumlestur og tað uppmerksemi, sum hon hevði uppiborið, hevði alheims orkustøðan í dag verið ein heilt onnur. Tað hevði noytt heimssamfelagið at leggja ein nógv miðvísari orkupolitikk, sum soleiðis kundi verið førdur í trý áratíggju.