Tað skapti nakað av rumbli undan EM-endaspælinum í hondbólti, tá ið liðskiparin á svenska landsliðnum, Tobias Karlsson, boðaði frá, at hann ætlaði sær at spæla í einum liðskiparabandi við ælabogalitunum fyri at stuðla teimum samkyndu.
Fráboðanin elvdi til, at evropeiska hondbóltssamgongan, EHF, í evstu løtu gjørdi nakrar greiðar reglur fyri hvussu hondbóltsleikararnir skulu vera ílatnir til dyst. Øll landsliðini fingu handað reglurnar áðrenn kappingina, men nú hevur Svøríki brotið hesar reglur.
Men tað er ikki liðskiparabandið hjá Tobiasi Karlsson, sum tað er galið við. Undir dystinum ímóti Slovenia í bólkaspælinum spældu Andreas Cederholm og Andreas Nilsson við leggverjum, sum høvdu hvør sín lit, og tað fær nú avleiðingar eftir nýggju reglunum hjá EHF.
Svenska Aftonbladet skrivar, at svenska hondbóltssambandið hevur fingið bót áljóðandi 600 evrur (uml. 4.500 krónur) fyri hetta lítla brotið á reglurnar. Sviar tykjast ikki vera fegnir um hesa avgerðina, men teir eru ikki eina um tað, tí EHF hevur longu givið eina ørgrynnu av bótum higartil í EM.