Fingu laksastyrju við Róki

Tá tú fiskar, veitst tú ongantíð við vissu, hvat tú kanst fáa á húkin ella í trolið.

Tá tú fiskar - antin tað er við húki ella troli - veitst tú ongantíð við vissu, hvat tú kanst fáa á húkin ella í trolið.

 

Soleiðis var eisini í dag, tá Rókur og Lerkur partrolaðu í eystara kanti av Føroyabanka.

 

Í tí eina hálinum fingu teir henda flotta fiskin, sum vit síggja á myndini - eina laksastyrju - sum helst vigar eini 70-80 kilo.

 

Orðabókin - www.sprotin.fo - sigur, at laksastyrja er stórur djúphavsfiskur við skyggjandi prikkum - á latíni nevndur "lampris guttatus".