Fingu rundvísing á Glasi

Hóast vatnlekan fyrr í dag, fingu Fríðrikur, krúnprinsur, og Christian, prinsur, eina rundvísing á Glasi. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, og Bogi Bech Jensen, rektari, tóku í móti kongaligu feðgunum á Glasi seinnapartin.

 

Á Glasi høvdu tey gjørt eitt sindur burtur úr, so næmingarnir vóru tilreiðar at taka ímóti krúnprinsinum og vísa honum, hvat tey gera. Á ovastu hædd, har hugdeildin er, tað, sum vit fyrr kallaðu matematiska deild, vístu næmingarnir, at til ber at brúka glasveggin í stovuni sum kladdu.

 

Klædnadeildin vísti fram ein kjóla, tey hava seyma, meðan ein flokkur gjørdi mikrogastronomiskar royndir, tað vil siga gjørdu eitt slag av bomm til feðgarnar.

 

Í ítróttarhøllini sýndu ítróttarflokkarnir eisini nýggju høllina fram.

 

Krúnprinsurin og ungi prinsurin vitjaðu eisini í Sjóvinnuhúsinum, har Fríðrikur, krúnprinsur, millum annað kunngjørdi vinnaran av Creative Business Cup.

 

Mary, krúnprinsessa, hevur í meðan verið í Býlingshúsinum undir Fjalli og í Kvinnuhúsinum, inntil tey klokkan fýra hittust uttan fyri Løgtingið. Har tók Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, ímóti teimum og vísti teimum runt í Løgtinginum.

 

Nú er ein steðgur í skránni, inntil løgmaður bjóðar krúnprinsfamiljuni til døgurða í Norðurlandahúsinum klokkan 19.