Tvær ódnir hava verið innyvir okkum síðan tollaksmessudag. Fyrra ódnin, Barbara, vardi frá tollaksmessu til fyrrapartin jólaaftan. Sambært løgregluni, so komu 256 fráboðanir inn á alarmsentralin um ymsan materiellan skaða. Tað var fyri tað mesta tøk og húsaklædningur, ið fingu skaðar.
Eftir at Barbara hevði lagt byrjaði onnur ódnin, Urd, at gera um seg. Seint jólaaftan til fyrrapartin annan jóladag herjaði hon og legði eftir eitt týðiligt spor. Umleið 350 fráboðanir um skaðar komu inn. Eisini hesuferð var talan um materiellan skaða, tøk og húskædningar fyri tað mesta, men ein kvinna í Eysturoynni feyk eisini í vindinum og breyt beinið.
Óiva hava tað verið fleiri enn tær umleið 600 fráboðanir, ið alarmsentralurin hevur fingið. Teir fáa ikki allar fráboðnir inn til sín og eisin eru tað fleiri, ið eru burturstødd og ikki hava sæð hús síni enn. Tað kunnu eisini fleiri skaðar vísa seg nú tað er blivið ljóst aftur.
Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur, at ódnarveðrið sær út til at verða av á hesum sinnið og hann hevur eina hjartans heilsu at bera sløkkiliðum og bjargingarfeløgum kring landið, fyri at gera eitt megnar arbeiði.