Vinnumálaráðið hevur valt nýggjan nevndarlim í nevndina hjá Íverksetarahúsinum. Talan er um Finn Jóhannesen, sum er ættaður úr Klaksvík, men búsitandi í Suðuroy. Finn er íverkseti við Stóra Í. Hann eigur og rekur Vilt í Suðuroy. Eisini rekur hann heilsøluvirksemi.
Íverksetarahúsið eigur virknan lut í at tryggja eina samanhangandi íverksetaraskipan og er ábyrgdarhavari í fleiri átøkum hjá landsstýrinum at menna hesa. Millum annað kann nevnast, at fáa undirvísingarverkið at gerast ein meira virkin partur at ala fram íverksetarahugburð.
- Finn Jóhannesen er ein fongur hjá Íverksetarahúsinum. Hann er ein eldsál, sum fer at gera stóran mun hjá okkum. Vit fegnast um, at sleppa at arbeiða saman við Finn um íverksetan í Føroyum, sigur Kitty May Ellefsen nevndarforkvinna.
Hinir nevndarlimirnir í Íverksetarahúsinum eru Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna og Hilmar Sam Lamhauge. Rani Nølsøe er stjóri.