Ritstjórar á ?Úrvali? vóru Finnbogi Isaksen og N. J. Arge,sum vituliga ikki skulu forvekslast við ?felagsnevnarin?: Finnboga Arge, ráðharra og fólkafloksmann ad libitum (eftir behag).
Greinskrivarin, við tituli sum stud. polit., leggur straks fyri dagin eitt ótrúligt áræði og víðfevnda vitan um hesa ørmu jørð og himmalrúmið sum heild við t. d. at vísa á:? At verður skunda undir amerikonsku rúmdarætlanina, verður gjørligt at fara upp á Mars nú longu í 1980; men Nixon forseti vil heldur bíða við hesum til í 1986? sigur hesin alheims rúmdarkøni, hetta tí at Nixon hevði eisini nøkur onnur uttan- og innanríkispolitisk problem at loysa, og sum máttu koma framum í køini.
Rúmdargeni?
Cand. polit.- pensumið hevur vanliga einki petti við rúmdarferðir sum so at gera, men fevnir um høga og djúpa vitan um búskaparfrøði, um makro- og mikroøkonomi, og líka til tað meiri jordiska, so sum eina debet- og kreditsíðu ( sum vinur okkara Ivan, sum fíggjarráðharri, plagdi at taka til í Tinginum.)
Nei, her verður lesarin syftur út á heilt aðrar villar kosmiskar víddir, sum kanska ikki ein gang Kári P hættar sær at syngja um í onkrum skaldabøli ella skýmligum fløskuhøli.( J. H. O. D.)
Finn Norman letur okkum eisini vinarliga vita, at ytsta rúmdarmark um okkara leiðir er planetin Pluto, og í sambandi við tær ætlaðu interplanetarisku ferðirnar upplýsir stjørnugranskarin: ?Er tað veruliga eitt framúrskarandi held, at vit hava ein mána (!).? Hetta sum hóskandi lopfjøl til royndarhopp út í vektloysi, fyri síðani at senda eitt mannað rúmdarfar upp á Mars.
Á Vetrarbreytini
So vita vit tað. Og um tey minni begávaðu skilja høvundin rætt, so ber skjótt saktans væl til at ?lappa? út á ein ?Grand Tour? til tær ytru gongustjørnurnar í sólkervinum: Jupiter, Saturn, Uranus, og Neptun. Meðan Pluto, neyðardýrið, má bíða í tolni til eina aðru ferð, at fáa vitjan av FNC ella onkrum øðrum av líknandi formati ?.
Greinin er annars, sum vera man, stappað við ørgrynni av rúmdartekniskum finessum og loyndarmálum. Um Hohmansrásir, um atommotorar, plasmamotorar og jonmotarar, og um brennievni av flótandi hydrogen og oxygen, sum tilsett ein tanka av fluor og eitt vet av metalunum lithium og beryllium vil geva eitt extra pift út eftir Mjólka- ella Landavegnum.
Cost benefit (kostnaðarligir fyrimunir)
Ja, soleiðis kann ein hálvstuderaður økonomur, sum alfrøðiligur vísindamaður, orðna allar tekniskar paragraffir í USA og í stóru verð, um hann bara sleppur framat ? bæði í tíð og rúmi ? fyri ikki at tala um tað evarska lítla sandkornið Føroyar í tí blýfarvaða Norður-Atlandshavinum. Men hetta koma vit aftur til.
Og hesin alvísi stjørnufrøðingurin endar greinina við einum olympiskum hjartaflippi og -suffi :? At tað er torført at siga, um vanlig fólk fara út á slíkar rúmdarferðir. Tað stendst ikki bara um teknikk, men helst eisini um toliligar lágar prísir.?(Praktfult, genialt!, praktfult!!)
At Finn Norman longu hevur latið hóma, at hann er genialur, er eyðsæð, men man hann eisini vera nakað av einum profeti ? Sær hann longu her eini 25 ár fram eitt framtíðar Vinnumálastýri, sum tá fer at gera cost benefit-analysir av øllum millum himmal og jørð? (Øllum, uttan av sær sjálvum, sjálvandi, ja, tað skuldi bara mangla ?)
Hvør er oraklið?
Man melur á kúluni. Hvør veit? Man hetta virkuliga vera tann sami maðurin, sum ein dag í fylling tíðarinnar í egnum høga persóni vitjaði okkara naknu klettar? At Rúmdar-Finn-Norman og Føroya-Finn-Norman er hin sami? ?Ja, tanken stejler,? sum danir siga.
Men hinvegin stendur myndin sólaklár, táið Edmund Joensen, løgmaður kemur anstigandi við fremmandamanninum upp á sleip - hálvt annað fet aftanfyri. Myndin stóð í Dimmu ? Edmund hyggur forstáðiliga forelskaður og erpin inn í fototólið, og Finn Norman Christensen, sum hesin maðurin eisini eitur, hyggur á skák niðureftir, og er ein sjáldsom persónifisering av sjálvari Jantelógini:?Her komi eg, síggja tit meg! Og billa tær ikki inn, at tú ella tit eru nakað ella duga til nakað sum helst o. s. fr.?
FNC-Doktrinin
Í taskuni úr Oyrasundi hevði Finn Norman eitt uppskot, um hvussu bygnaðurin í landsumsitingini og ?fyrisitingin skuldu skipast. Skorin eftir donskum leisti, heilt einfalt. Ein veldig kommandobrúgv av aðalstýrum og stjórum og arbeiðsbólkum í hópatali, við tilsvarandi stabiliteti á danguni, sjálvandi. Kostnaðurin: 1 stk. millión krónur, bara fyri sjálvt uppskotið (og síðani nægað wæl afturæt, so segði svínoyingurin)
?So, góðu børn, tað loysir seg at gera sítt heimaarbeiði (!)? (sum okkara evnaligi Zacharis Hammer vildi sagt í barna-SvF)
Nei,munandi størri álvara og eyðmjúkleika sýndu teir landinum - bæði Anders Ølgaard, professari og Einar Kallsberg, skrivstovustjóri - í teirra hugarensli í bókini ? Færinger Frænder? frá 60-unum.
Nýggjur yvirklassi
Um forelskilsi siga tey kønu, at herðindini vanliga bara vara í mesta lagi í 90 dagar. Síðani flytir hetta løgna ørilsi seg yvir á aðra meiri støðuga grund, ella bara hvørvur tað aftur í ommu sína.
Um Finn Norman-conceptið til sonevndu bygnaðarbroytingarnar er at siga, at kærleikin enn er óbroyttur ? serliga hjá teimum, sum róstu tilmælinum frá FNC ? tey sita nú bæði heit og væl á rókini. Meðan hini minni forelskaðu, ja, tey eru bara horvin. (Og tað hava tey bara gott av, halda tey, sum eftir eru. )
Higartil, meta menn, at Finn Norman Christensen-doktrinin hevur kostað landinum tvey-ciffraðar millióna-upphæddir bara í lønarútreiðslum til henda sjálvglaða og sjálvhátíðarliga yvirklassan - umframt sviðan hjá teimum forpíndu og fordømdu, sum longu liggja við vegin.
Hákun Djurhuus, løgmaður plagdi tó at taka til:? Harðir harrar ráða eina tíð, men ikki leingi ?!?
Tíðin fer-
Ætlanin við hesi grein er vituliga ikki, sum tann enn ikki sovnaði lesarin lættliga sær, at pilka við tann ovurhonds førleika, sum FNC ber í barmi. Men heldur at vísa á - í allari vankundigheit - at tað er ikki so øgiliga klókt, sum her, at skjóta spurvar við kanónum. Uttan so, at tú ætlar, at alt skal enda í blóðslóðugari eyðmýkt, salmonellu og fjarðaroki.(Too Big Shot, my dear!)
So skjótt gongur tíðin. Burtur er Nixon, sum sjálvur bleiv eitt problem, og sum hann bara kundi loysa við sjálvur at fara.(Gævi, onkur gjørdi tað sama). Og enn sveima bæði Mars og neyðars Pluto í einsemi og langtan eftir fyrijáttaðari vitjan av FNC frá klótuni. Farin er Finn Norman við milliónini í punginum, um so hansara ond enn sveimar í Tinganesi, og at hann av og á, sigst, verður uppringdur í telefonini av ráðaleysum tegnum.
Mangt var betur ógjørt. Bert fá í umsitingini fingu loyvi til at anda tað luftina inn, sum FNC andaði út. (Sum T. N. Djurhuus, skald tók til í fyrilestrinum í ÚF um Napolion Bonaparta). Og sama ger, tí hann gjørdi jú alt, akkurát, sum tað passaði honum, allíkavæl?
Hvat var endamálið?
Tí eigur Heini O. Heinesen og hini stóra tøkk uppiborna fyri, at tey enn ikki hava gloymt, hvussu tað var fyri bara fáum árum síðani, táið landið og fólkið jú var tað sama bæði í vavi og tali, sum nú, og eingin vitsti hvørki av Finn Norman og ella øllum hansara vesin. Og tí vilja tey nú taka málið upp aftur, og halda tað hóskandi upp móti ljósinum til kritiska viðgerð.
Hetta fara mong at takka tykkum fyri, sum frá líður. Tað er vist, um so verður, at aftur ber til - undir tryggum arbeiðskorum - at liva í friði í Føroyum.
Men hendir tað hinvegin, at kommandobrúgvin í Tinganesi fær skútuna at kollsigla, so hevur FNC-doktrinin avrikað tað, sum hvørki ?Færøgruppen? ella tað ?óvildiga? bankaeftirlitið megnaðu, og tá kann fagnaðurin floyma sum ein várflóð við Holmens Kanal.
Arnstein Niclasen
25.03.1999