Finnbogi Arge: ? Lýsa møguleikarnar fyri útlisiteringum

Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur, í seinastu útgávuni av Nýriti, kunningarskrivinum frá Miðfyrisitingini, ætlar sær at lýsa møguleikarnar fyri útlisiteringum innan sítt málsøki, við tí fyri eygað, at gera ein lista yvir útlisiteringsmøguleikarnar og eina lóg, sum heimilar útlisiteringum

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur sett sær fyri, at fara kanna møguleikarnar fyri útlisiteringum innan sítt málsøki.

Hann hevur sett sær fyri at lýsa hetta fyribrigdið, sum er privatisering, men bara á ein annan hátt, enn privatisering! Úrslitið skal vera ein listi yvir tær útlisiteringsmøguleikar á hansara øki og so ein generel lóg, sum heimilar útlisiteringum.


Ikki nógv brúkt í Føroyum

Í eini greini í seinastu útgávuni av Nýriti, kunningarskrivinum frá Miðfyrisitingini, greiðir Finnbogi Arge frá sínum ætlanum, og hann nertir eisini við hugtøkini.

Er tað eitt orð, sum kann fáa politisku sinnini í kók, so er tað tá talan fellur á privatisering. Ideologiskt er ofta stórur munur á uppfatanini av hesum hugtaki, og í flestu førum eru tað tey, sum eru vinstru megin miðjuna, sum eru ímóti, meðan tey høgru megin hava lyndið til at taka undir við privatiseringum.

Tó er tað so, at vinstraflokkarnir í Evropa - og eisini í Danmark - ikki smæðast burtur, tá tosað verður um privatisering. Eitt dømi er TeleDanmark, sum sitandi danska stjórn privatiseraði.

Her heima er minni gjørt við prvatiseringar hóast vit í seinastuni hava sæð fleiri almenn partafeløg, sum eru eitt stig á vegnum til privatiseringar.


Útlisiteringarnar øðvísi

Finnbogi Arge staðfestir, at hugtøkini privatisering og útlisitering, ofta verða brúkt hvørt um annað, hóast stórur munur er á teimum.

Tá alment virksemið verður privatiserað, fer bæði ábyrgdin av virkseminum, sum oftast við yvir til privata felagið, men soleiðis er ikki tá talan er um útlisitering, skrivar landsstýrismaðurin.

? Við útlisiteringini liggur ábyrgdin fyri, at uppgðávan, verður loyst, hjá almenna myndugleikanum, hóast uppgávan verður boðin út til privatar veitarar at útinna. Endamálið við útlisiteringini er, at uppgávan verður loyst bíligari og betri, av tí at privattir veitarar í summum førum betri kunnu gagnnýta fyrimunir við stórrakstri og skjótari kunnu laga og samskipa uppgávurnar til broyttar fyritreytir.

Tað er ein sannroynd, at útlisiteringar verða alsamt meira brútkar í grannalondunum, serliga við tí fyri eyga at spara pening og at rationalisera ávísar almennar uppgávur.

Finnbogi Arge skrivar at royndir vísa, at almennir myndugleikar kunnu spara upp í ein triðing av útreiðslunum av ávísum uppgávum, uttan at hetta førir við sær verri tænatur fyri borgaran, men at sparingar millum tíggju og fimtan prosent eru vanligari.


Starvsfólkið flytir við

Sum vera mann er vandin við privatiseringum og útlisiteringum ofta, at almennu starvsfólkini, sum hava havt uppgávurnar um hendi, detta niðurímillum.

Men, skrivar landsstýrismaðurin, við útlisiteringunum flyta almennu starvsfólkini við til privata arbeiðsgevaran og tey siga seg ofta fáa meiri at gera og meira skiftandi uppgávur aftur fyri í flestu førum eina hægri løn.

Hann leggur afturat, at flestu teirra samstundis eru væl ella betri nøgd við starvið eftir skiftið av arbeiðsgevara.


Almenn kapping

Sum nevnt frammanfyri er hvørki privatisering ella útlisiteringar serlia nógv brúkt hugtøk í Føroyum. Hetta staðfestir landsstýrismaðurin eisini og hann sigur, at ein partur av osrøkini til tað kann vera avmarkaða kappingin innan tær ávísu vinnugreinarnar. Útboðið av fyritøkum, at loysa ávísar uppgávur, er ikki stórt kanska serliga tí, at tað almenna hevur gjørt arbeiði sjálvt

Aðrastaðni er kappingin størri og tí eisini betri møguleikar fyri størri effektivisering, og tí heldur Finnbogi Arge, at ein slík gongd í Føroyum kann hava við sær eina menning av føroysku virkjunum, sum á tann hátt gerast meira kappingarfør.

Harafturat kann tað hava við sær, at føroysk virkir, sum vinna almennar lisitatiónir megna at gerast kappingarfør við útlendsk virkir um uppgávur - bæði innan- og uttanlands - sum í dag verða latnar útlendskum fyritøkum, mestsum av gomlum vana.


Økir veljast út

Sambært landsstýrismanninum í vinnumálum, eru ávís økir, sum eru serliga væl egnað til útlisitering. Almenn framleiðsla og tænastur verða nevnd sum øki, sum eru uppløgd til útlisitering, tí har ber væl til at seta krøv til dygdina á uppgávuni, hin privati skal útinna og har skal ikki brúkast stórvegis orka at kanna, um uppgávan verður røkt, sum hon skal.

Samstundis er hetta eitt øki, har vit við fyrimuni kunnu læra av royndum gjørdar aðrastaðni og á tann hátt sleppa undan barnasjúkum.

? Serliga avgerandi er, at stórt arbeiði verður lagt í at lýsa ta uppgávu, ið skal røkjast, seta krøv til privata veitaran og fylgja krøvunum upp.

Finnbogi Arge sigur, at royndir uttanlands vísa, at uppgávur innan tekniska økið og KT-økið, reingerð og viðlíkahald eru serliga væl egnaðar at útlisterra, men hann leggur afturat at listin yvir uppgávur, ið tað ber til at útlisiterað er langur.

Tí heldur hann at tað er neyðugt, at felags almennar leiðreglur verða gjørdar fyri, hvussu farast skal fram, tá uppgávur verða útlisiteraðar, og royndirnar av útlisiteringini eiga at verða savnaðar á einum stað, sigur Finnbogi Arge og hann endar við at siga, at hann væntar, at arbeiði verður liðugt, so at lógin kann fara til politiska viðgerð í komandi tingsetu.