Ólavsøkuskrúðgongan í ár verður í trimum røðum. Tað hevur hon ikki verið áður, men tað tykist vera breiður meiriluti fyri nýggja uppskotinum, sum Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður, hevur spælt út við.
Sambært stýrisskipanarlógini, so er tað løgtigsformaðurin einsamallur, ið ger av, hvussu skrúðgongan skal síggja út, sum fer í og úr kirkjuni, áðrenn tingið verður sett, men tingformaðurin hevur tryggjað sær, at tað er politisk undirtøka fyri boytingini, sum hann hevur gjørt. Mánadagin var fundur í formansskapinum í løgtinginum, og teir tríggir næstformenninir tóku undir við uppskotinum hjá Finnboga Ísakson.
Gongan
Stóri spurningurin tey seinnu árini hevur verið, hvør skal ganga fremst, og hvør skal ganga næstfremst í skrúðgonguni. Nú hevur løgtingsformaðurin gjørt av, at løgtingsformaðurin, sum sambært stýrisskipanarálitinum hevur embætið við hægst tign í Føroyum, skal hava løgmann høgru megin seg og bisp vinstru megin seg.
Aftanfyri løgtingsformannin skulu ganga teir tríggir næstformenninir í tinginum, og so koma tingmenninir. Tann tingmaðurin, sum hevur sitið longst í tinginum, fer at ganga fremstur, og teir, sum hava verið styttst í tinginum, fara at ganga aftastir.
Aftanfyri løgmann fara varaløgmaður og hinir landsstýrismenninir at ganga. Vanligu landsstýrismenninir ganga eftir starvsaldri sum landsstýrismenn. Ríkisumboðsmaðurin skal ganga aftanfyri aftasta landsstýrismannin, so gongur sorinskrivarin, fútin og skrivstovustjórin á løgmansskrivstovuni, og aftaná hann koma løgtingsmenn.
Aftanfyri bisp skal dómprósturin ganga, og aftaná hann verður Andreas Andreasen, prestur, sum fer at prædika. Og so koma prestarnir eftir starvsaldri. Fremstur millum vanligu prestarnar verður Høgni Poulsen, sum hevur verið prestur í meiri enn 40 ár.
Broytingin
Hesi seinnu árini hevur skrúðgongan verið broytt meiri og minni so at siga á hvørjum ári. Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður, sigur, at so leingi, sum hann verður formaður í tinginum, verður skrúðgongan skipað soleiðis, sum hon verður tað í ár.
Tað hevur serliga verið síðani stýrisskipanarálitið kom fram og stýrisskipanarlógin varð broytt, at tað hevur verið pilkað við skrúðgonguna. Felags fyri árini 1995-1997 hevur verið, at løgtingsformaðurin hevur havt løgmannin við síðuna av sær. Í 1995 stóðst ikki sørt av rumbli burturúr, at bispur, sum plagdi at ganga næstfremstur, varð fluttur aftur til at vera hin níggjundi í røðini. Í 1996 kom bispur aftur fram á næstfremsta plássið, og har var hann eisini í fjør.
Í 1995 var ríkisumboðsmaðurin, sum annars plagdi at ganga fremstur, fluttur aftur á áttanda plássið, í 1996 var hann fimtur í røðini, og í fjør var hann eisini á fimta plássið. Nú hevur løgtingsformaðurin gjørt av, at ríkisumboðið skal á níggjunda plássið, aftanfyri løgmann og allar landsstýrismenninar.
Í álitinum, sum í síðsta valskeiðið varð gjørt um ólavsøkuskrúðgonguna, varð mælt til, at løgtingsformaðurin og bispur skuldu ganga einsamallir fremstir, og at løgmaður skuldi ganga aftanfyri løgtingsformannin.
Hugburðurin
Finnbogi Ísakson, tingformaður, sigur, at hann heldur tað vera rætt, at leikluturin hjá kristindóminum ólavsøkudag og í samfelagnum annars verður markeraður við at bispur skal ganga fremstur. Men hann heldur eisini, at tað hevði ikki verið rætt at flutt løgmann úr fremstu røð, tí løgmaður hevur gingið í fremstu røð síðani heimastýrislógin kom í gildi í1948, og tí kann sigast, at løgmaður so at siga hevur vunnið hevd á hesum plássinum.
? Eg havi kannað málið so gjølla, sum tað hevur borið til, og tað tykist einki forgjørt at vera í ti, at skrúðgongan verður í trimum røðum. At vit samstundis fáa bæði bisp og løgmann í fremstu røð vildi eg mett fór at hava við sær, at allir partar verða nøgdir við skipanina, roknar løgtingsformaðurin við.