Tey konservativu vunnu finska tjóðartingsvalið í gjár, men forsætisráðharrin verður væntandi sitandi. Miðflokkurin hjá Matti Vanhanen, forsætisráðharra, misti átta tingsessir, men flokkurin er framvegis tann størsti, og tí verður forsætisráðharrin sitandi.
Hinvegin er ógreitt, hvørjum hann fer at skipa stjórn saman við. Vanliga skipa teir báðir størstu flokkarnir stjórn, og verður tann siðvenjan galdandi, fer Miðflokkurin at skipa stjórn saman við teimum konservativu, sum nú eru størri enn sosialdemokratarnir.
Sosialdemokratarnir hava sitið í stjórn seinastu fýra árini, men flokkurin fekk eitt vánaligt úrslit í gjár og misti átta tinglimir.