Danmark hevur rokkið EM-endaspælinum í fótbólti í Týsklandi komandi summar.
Enn hava Ísland og Finnland møguleikan, so í besta føri kunnu trý norðurlond røkka EM-endaspælinum í Týsklandi.
HER ber til at lesa um hvussu Ísland kann vinna seg til EM-endaspælið.
Hjá Finnlandi er støðan tann, at hósdagin verður drigið um Finnland skal spæla Nations League Play Off dystir í Deild A ella í Deild B. Fleiri lond sum kappaðust í Deild A hava vunnið seg til EM-endaspælið gjøgnum EM-undankappingina, og tí verður okkurt lið sum t.d. Finnland ella Ísland hálað upp úr Deild B at spæla Play Off dystir í Deild A.
Um Finnland verður trekt at spæla Play Off dyst í Deild A verður fyrst um ein dyst móti Pólandi ella Wales.
Um Finnland verður trekt at spæla Play Off dyst í Deild B verður fyrsta mótstøðuliðið, Bosnia Hersogovina á útivølli.
Vinnur Finnland tann dystin verður ein Play Off dystur aftrat um rættin at spæla í EM-endaspælinum í Týsklandi. Tann dysturin verður móti Íslandi, Ísrael ella Ukraina.
Lutakastið verður hósdagin klokkan 11.