Í hesum sambandi havi eg gjørt mær eina blogsíðu á alnótini, har eg fari at vísa á, hvussu illa Tvøroyrar kommuna er rikin seinastu 4 árini og hvussu ótrúliga lítið skattgjaldarin hevur fingið burturúr, tó at inntøkurnar hjá kommununi er vaksnar munandi og lítið er gjørt fyri at niðurgjalda skuldina.
Eg fari m.a. at vísa ítøkilig dømi um tað, sum eg meti vera ivasama nýtslu av skattgjaldarans peningi og beinleiðis ørvitisverkætlanir, ið býráði hevur havt ætlanir um.
Vitja HYPERLINK "http://www.finnleif.blogspot.com" www.finnleif.blogspot.com og fá eyguni upp fyri, at við verandi leiðslu endar Tvøroyrar kommuna aftur sum stórskuldari.
Niðurbundin, uttan menningarmøguleikar og sum veikur og óviðkomandi samstarvspartnari hjá øðrum.
Froðba, hin 21. Oktober 2008