Finnur Hansen er kendur av teimum flestu, og neyvan man tað vera ein, ið ikki
kennist við sangin »Undurfulla land«, ið á ein hátt gjørdist ein sonn
landaplága fyrst í áttatiárunum. Fyrsta plátan var innspæld yvir í Oslo
við norskum tónleikarum, tó so at Brandur Øssurson og Victor Carlsen vóru
eisini við á nøkrum sangum.
Tað var av berari tilvild at tað varð júst sangurin »Undurfulla land«, ið
gjørrdist tann best dámdi. Sangurin var nevniliga lagdur sum nr. 1 á
B-síðuni, men soleiðis skuldi tað nú einaferð verða.
Úr Noregi til Føroya
Áttatiárini vóru so tey mest virknu sangárini hjá Finni, tí longu í 1984 kom
næsta plátan, ið fekk heitið »Gylti morgun«. Henda plátan gjørdist eisini
væl dámd, og var hon hesuferð innspæld í Kristiansand við norskum og
føroyskum tónleikarum og kórsangarum.
Nevnast kann at henda útgávan var eisini í sama umfari innspæld við norkum
sangtekstum og givin út á plátuforlagnum Klango, ið gav plátuna út sum eina
LP 4, t.v.s. eina bíliga útgávu, ætlað sum evangeliserandi tilfar at nýta.
Longu árið eftir, so hvørt sum LP-pláturnar vóru á veg út av marknaðinum, og
ikki vóru prentaðar meir, kom enn ein innspæling sum eitt kasettuband,
kallað »Ein himmal er«. Nú varð avgerð tikin um at taka upp í Føroyum, tí
studioviðurskiftini vóður eisini batnað her heima um tað mundið. Upptøkurnar
vórðu gjørdar hjá REMA í Runavík við føroyskum tónleikarum og sangarum.
Virkin sangari
Finnur hevur eisini luttikið á øðrum innspælingum, sum til dømis »Gospel-Brot« og
»Míni jól« og eru hesir sangir eisini tiknir við á savnsfløguna. Ikki minst
hevur Finnur verið sera virkin á møtum og stevnum, har sermerkti sangur
hansara hevur verið til gleði fyri mong. Sangúrval hansara eru allir teir
lfestu sokallaðu evnagelisku sangirnir, ið hava verið og verða sungnir í
kirkjum og samkomum regluliga.
Eitt sum hevur sermerkt Finnur er, at familjan altíð hevur stuðlað væl við
sangluttøku til flestu innspælingarnar, og ringt vildi verið hesa hjálp
fyriuttan. Bæði á upptøkum og luttøku annars á møtum og stevnum, hevur
familjan staðið saman sum ein eind og verið við í hesum andaliga verki.
Finnur er í dag 75 ára gamal og still going strong. Hóast sjúku
seinastu tíðina, so er hann í dag so mikið væl fyri, og kann saktans vera
við, har boð eru eftir honum at syngja.
Tað er plátufelagið Tutl, ið stendur fyri útgávuni.