Bólkurin Rannvá hevur givið avboð til Summar Festivalin. Avloysari verður Finnur Koba, sum spælir á Torginum í kvøld.
Bólkurin Rannvá fær ikki verið við á Summar Festivalinum, tí songkvinnan í bólkinum hevur fingið kjans við skipi.
Tí hava fyrireikararnir av Summar Festivalinum fingið sangaran í bólkinum Páll Finnur Páll at spæla á Torginum ístaðin. Finnur Koba hevur javna framførslur sum solistur, og í kvøld fer hann at tríva í sangir, sum hann hevur verið frammi við seinastu árini.
Framførslan hjá Finni Koba verður á Torginum í kvøld kl. 20.15.