Finnur skoraði hattrik

Finnur Justinussen í málhýri

Finnur Justinussen, sum spælir við danska Fremad Amager, skoraði í gjár hattrik í venjingardysti móti Kastrup. Hann skoraði øll trý málini upp á bara tjúgu minuttir.

 

Sum skilst, so kom fyrrverandi Víkingurin inn í seinna hálvleiki og skoraði hattrik. Hann skoraði til 2-0, 3-0 og 4-0. Dysturin endaði við 6-0 sigri.

 

Tað hoyrir við til søguna, at Kastrup spælir í danmarksseriuni. John ”Faxe” Jensen, venjari hjá Fremad Amager, vísir í løtuni Finni Justinussen stórt álit. Fremad Amager spælir í næstbestu deildini í Danmark.