Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevði seinasta uppstillingarfundin fríggjakvøldið. Navnið Finnur Helmsdal høvdu flest øll avskrivað til løgtingsvalið 20. januar, men hann er kortini millum tey 11 nøvnini á tjóðveldislistanum.
Finnur Helmsdal tók í summar ikki av møguleikan at gerast fastur tingmaður, og í vár var hann í opnum stríði við floksfelagan Páll á Reynatúgvu. Hesar hendingar hava havt við sær, at flest øll ikki høvdu roknað við honum til valið 20.januar.
Hjálp
Á seinasta løgtingsvali fekk Finnur Helmsdal 203 atkvøður í Suðurstreymi. Tað má tí kennast sum ein kærkomin styrkur hjá Tjóðveldisflokkinum, at Finnur hevur játtað at stilla upp aftur
-Tað stendur ikki so væl til hjá Tjóðveldisflokkinum í løtuni, og eftir, at eg havi tosað við leiðsluna, havi eg játtað at hjálpa flokkinum. Vónandi kann eg draga nakrar atkvøður til flokkin, og tað er tað, sum er mest týdningarmikið í løtuni, sigur Finnur Helmsdal.
Hann leggur afturat, at persónliga aggið seinasta árið millum seg og Tjóðveldisflokkin-kanska serliga Páll á Reynatúgvu er lagt aftur um ? Man er noyddur at verða nóg stórur til at leggja gomul stríðsmál aftur um seg. Nú ræður bert um at arbeiða fyri, at Tjóðveldisflokkurin fær so gott val sum gjørlig, sigur Finnur Helmsdal.
Hann ásannar, at útlitini hjá Tjóðveldisflokkinum fyri einum góðum vali eru ikki av teimum bestu í løtuni, og tí má flokkurin spenna seg út komandi vikurnar. ? Tað ringasta sum kann henda er, at vit eftir valið fáa ein stóran Sambandsflokk og ein lítlan Tjóðveldisflokk, tí valið so er framtíðin hjá Føroyum í vanda, greiðir hann frá
Varatingmaður
Hetta valskeiðið hevur Finnur Helmsdal sitið í tinginum sum varamaður fyri Annitu á Fríðriksmørk, tá hon eitt tíðarskeið var í barsilsfarloyvi.
Í vár tók rumbul seg upp innanhýsis í Tjóðveldisflokkinum, tá Finnur Helmsdal ikki vildi taka undir við uppskotinum um uppihaldspening, sum landsstýrismaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum Páll á Reynatúgvu ætlaði at leggja fram. Floksfelagirnir Páll og Finnur vóru eftir hendingina í opnum stríði í fjølmiðlunum
Páll á Reynatúgvu hevði sett sær fyri at leggja uppskotið fram aftur, eftir at Annita á Fríðriksmørk kom í tingið aftur, men uppskotið varð ongantíð samtykt.
Í summar stóð tað Finni Helmsdal í boði gerast ein fastan tingsess, eftir at Annita gjørdist landsstýriskvinna í mentamálum, men av persónligum orsøkum beyð hann sær undan. Grundgevingin var millum, at hann var settur í starv sum stjóri á Føroya Barnaheimi.
Trý nýggj
Á listanum hjá Tjóðveldisflokkinum í Suðurstreymi eru trý nýggj nøvn. Sammett við listan til seinasta val, eru Hildur Patursson, Petur Simonsen og Leivur Hansen farin av, meðan Rúni Nielsen, Tórfríð Johannesen og Niels Uni Dam eru nýggj. Rúni Nielsen hevur áður stillað upp fyri Tjóðveldisflokkin í Suðuroynni, meðan Tórfríð og Niels Uni stilla upp fyri fyrstu ferð.
Fakta:
Listin hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag:
Annita á Fríðriksmørk
Bjørn Patursson
Finnur Helmsdal
Høgni Hoydal
Jógvan Arge
Kristina Háfoss
Niels Uni Dam
Rói Egholm
Rúni Nielsen
Tórfríð Johannesen
Per Simonsen
Mynd:
Finnur Helmsdal er heldur óvæntað á listanum hjá Tjóðveldisflokkinum í Suðurstreymi. Eftir stríðsmál við Tjóðveldisflokkin seinasta árið, høvdu flest øll væntað, at hann tók seg aftur sum valevni
Mynd: Savnsmynd'